Í kvøld verður seinna hálvfinalan í Champions League millum AS Roma og Liverpool. Liverpool vann fyrra dystin 5-2, eftir at hava verið á odda 5-0. Í fjórðingsfinaluni megnaði AS Roma at vinna 3-0 á FC Barcelona á heimavølli. Tað er nokk til at koma víðari í kvøld.
- Um eg kundi trýst á “copy and paste” av dystinum móti FC Barcelona, so hevði eg gjørt tað. Spælararnir hava tann dystin í tonkunum, men fyri at vinna ein slíkan sigur á Liverpool krevur ótrúliga nógv av okkum, sigur venjarin hjá AS Roma, Eusebio Di Francesco.
Tað hevur fleiri ferðir verið víst á, at AS Roma ikki hevur latið mál inn á heimavølli í Champions League í hesum kappingarárinum. Tá hava teir spælt móti millum annað Atletico Madrid, Chelsea og FC Barcelona, men venjarin hjá Liverpool heldur ikki tað merkir so nógv.
- Eg veit ikki hvat eg skal brúka tað til. Tað verður torført at koma víðari, men tað skuldi gjarna verið torført at vunnið 3-0 á okkum. Vit hava ikki tapt í Champions League hetta kappingarárið. Um vit ikki skora og teir ikki vinna, so eru vit víðari, sigur Jurgen Klopp.
Liverpool hevur Adam Lallana við aftur í hópinum, men tað stendur illa til við breiddini, eftir at Alex Oxlade-Chamberlain bleiv skaddur í fyrru uppgerðini. Í kvøld situr eisini Joe Gomez uttanfyri, meðan Sadio Mané, Jordan Henderson og Trent Alexander-Arnold hava smærri trupulleikar.
Eisini AS Roma hevur avbjoðingar í hópinum. Bæði Diego Perotti og Kevin Strootman byrjaðu inni í fyrru uppgerðini, men verða væntandi ikki við í kvøld. Hartil eru Gregoire Defrel og Rick Karsdorp skaddir.
Av tí at AS Roma skoraði tvær ferðir á Anfield, so er nokk at vinna 3-0 ella 4-1, tí so hevur liðið skotið fleiri mál á útivølli. Real Madrid vann seg í gjár víðari til finaluna.
Champions League seinna hálvfinala:
AS Roma (2) – (5) Liverpool (19.45)