Liverpool spilti sær møguleikan

Seinastu 12 minuttirnar tveitti Liverpool 3-0 leiðslu burtur, og nú situr Manchester City við øllum trumfunum

 

 

Tað vóru hjartanemandi myndir á skíggjanum, tá dysturin millum Crystal Palace og Liverpool var av í kvøld. Sjónvarpsuppøkurnar vístu støðugt ein tútbrølandi Luis Suarez, sum at enda varð hjálptir burtur av Steven Gerrard, og tað er einki at siga til, at tárini fingu frítt at fara.

 

Liverpool visti undan dystinum, at teir máttu vinna sítt, um teir skuldu hava møguleikan at vinna fyrsta liga-gullið í 24 ár, og leingi høvdu teir fult tamarhald á. Mál frá Allen, Sturridge og Suarez góvu enntá eina vón um, at Liverpool skuldi kvetta nakað av fyrimuninum, sum Manchester City hevur við málmuninum, men seinastu 12 minuttirnar rapaði fullkomuliga.

 

Damien Delaney minkaði um munin við avrættaðum skoti, og bara tveir minuttir seinni hevði Dwight Gayle fingið veruligan spenning í. Sami Gayle snaraði knívinum í Liverpool-sárinum, tá hann í 88. minutti skoraði til 3-3.

 

Javnleikurin ber við sær, at Liverpool nú er eitt stig framman fyri City. Munurin er tó, at bláa liðið úr Manchester hevur tveir heimadystir eftir, meðan Liverpool bert hevur dystin móti Newcastle eftir, so tí bendir alt á, at gullið verður verandi í Manchester, tó at tað flytur yvir í bláa partin av býnum.