Fernando Torres legði annars Liverpool á odda longu eftir tríggjar minuttir. Martin Kelly sendi spaniólan avstað, sum smekkaði til úr spískum og legði Liverpool á odda. Tað gingu bara einir smáir tíggju minuttir, so javnaði Blackpool. Liverpool misti bóltin í uppspælinum og so gjørdi Blackpool skjótt av. Bólturin endaði hjá Gary Taylor-Fletcher, sum kom í góða støðu í brotsteiginum og trillaði bóltin í mál til 1-1.
Í seinna hálvleiki kom Liverpool betur frá byrjan og eina løtu sá út sum, at Liverpool kundi fara við øllum. Tí kom tað eitt sindur óvart á, tá DJ Campbell kom at standa púra leysur í Liverpool brotsteiginum og kundi stúta bóltin í mál til 2-1 til Blackpool.
Tað sum eftir var av dystinum royndi Liverpool at trýsta, men at kalla ongantíð gjørdist tað vandamikið frammanfyri málinum hjá Blackpool. Heldur mundi Blackpool vera nærri at økja enn Liverpool at javna.
Blackpool liggur nummar 9, meðan Liverpool liggur nummar 13.