Yossi Benayoun tryggjaði Liverpool eitt gott útgangsstøðið til returdystin á Anfield um 13 dagar, tá hann millum vinir og fíggindar hegnisliga stútaði bóltin í netið til 1-0, sum gjørdist endaliga úrslitið av dystinum millum Real Madrid og Liverpool. Hetta hendi tá 8 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Á Stamford Bridge skoraði Didier Drogba sigursmálið fyri Chelsea longu tá 12 minuttir vóru farnir av dystinum ímóti Juventus. Giorgios Karagounis legði Panathinaikos á sigurskós, tá ein tími var farin av dystinum ímóti Villareal. Løtu seinni fekk heimaliðið tó eitt ivasamt brotsspark, sum Giuseppe Rossi setti í netið. Í Lissabon vann Bayern München ein knúsandi 5-0 sigur á Sporting, og sigast má, at týska stórliðið er gott og væl í fjórðingsfinaluni.
Úrslitini í kvøld:
Sporting - Bayern München 0-5 (0-1)
42´ Franck Ribery
57´ Miroslav Klose
63´ Franck Ribery (brotsspark)
84´ Luca Toni
90´ Luca Toni
Chelsea - Juventus 1-0 (1-0)
12´ Didier Drogba
Real Madrid - Liverpool 0-1 (0-0)
82´ Yossi Benyaoun
Villareal - Panathinaikos 1-1 (0-0)
59´ Giorgios Karagounis
67´ Giuseppe Rossi (brotsspark)