Livni stovnar nýggjan flokk

Fyrrverandi ísraelski uttanríkisráðharrin Tzipi Livni boðaði í dag frá, at hon ætlar sær aftur fram á tann politiska pallin, og at hon tí hevur stovnað ein nýggjan flokk, sum fer at stilla upp til tjóðartingsvalið tann 22. januar.

Tzipi Livni (myndin) stóð á odda fyri Kadima-flokkinum til fyri sjey mánaðum síðani , tá hon fór úr flokkinum eftir at hava tapt formansvalið ímóti Shaul Mofaz. Kadima er tann størsti andstøðuflokkurin í Ísrael og hevur ofta funnist at Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra.

Í gjár bleiv fráboðað, at Likud-flokkurin hjá Netanyahu var liðugur við uppstillingina til valið 22. januar. Sagt verður, at nakrir av teimum heldur harðrendu politikarunum eru ovast á listanum, og sambært eygleiðarum bendir tað á, at Netanyahu sjálvur er viknaður.