Liza Marklund ákærd fyri at lúgva

Bókin, sum fekk ferð á karrieruna hjá krimidrotningini Liza Marklund, sigst nú byggja á eina røð av lygnum



"Ein sonn søga" Soleiðis bleiv bókin Gömda hjá svenska rithøvundanum Liza Marklund marknaðarførd, tá hon kom út í 1995. Søgan um illa bukaðu, svensku kvinnuna Miu setti ikki bara ferð á karrieruna hjá Lizu Marklund sum krimihøvundur. Syndarliga lagnan hjá dulnevndu Miu gjørdi eisini sítt til, at konubuking av álvara kom á dagskrá í almenna og politiska kjakinum í Svøríki.

Nú góð 13 ár seinni tykist tað meir enn ivasamt, hvussu sonn søgan um Miu í grundini var. Og hóast Marklund framvegis avsannar at hava logið, viðgongur forleggjarin Jan Guillou, sum var við til at geva bókina út, at tað nokk var eitt mistak at marknaðarføra hana sum eina 'sanna' søgu.


Ruggaði ikki rætt

Stríðið um trúvirðið í søguni byrjari av álvara, tá svenski journalisturin Monica Antonsson herfyri gav út bókina "Mia" - sannleikin um Gömda. Eftir at hava gravað í málinum um Miu, er Antonsson komin til ta niðurstøðu, at tað er sera ivasamt, um Mia nakrantíð hevur verið fyri tí harskapi og ágangi, sum Marklund penslaði út í Gömda.

"Antin hevur Marklund logið ella er hon ein óluksáliga vánaligur journalistur", sigur Monica Antonsson við heimasíðuna hjá Dagens Nyheter.

Monica Antonsson fekk av álvara illgruna um, at okkurt ikki ruggaði rætt í søguni, tá hon sjálv gjørdi eitt interview við Miu í 2006.

"Mia fløkti hendingar, árstøl og nøvn saman í ein slíkan vavgreyt, at eg gjørdist illgrunasom", sigur Antonsson við mentanartíðarritið Filter.

Kortini hevði Liza Marklund longu tá skrivað enn eina bók, har hon sigur framhaldandi søguna um, hvussu Mia seinni varð noydd at flýggja til USA frá sínum harðliga fyrrverandi manni, sum hótti við at drepa hana.

Sambært Antonsson hava Marklund og Mia sostatt bryggjað eina lygusøgu saman og hava fingið bæði fjølmiðlar, lesarar og restina av svenska fólkinum at hoppa uppá søguna.

Við søguni um Miu náddi kjakið um konubuking ikki bara inn í svenska Ríkisdagin. Sjálv luttók Marklund eisini javnan í kjakum í sjónvarpinum, har hon gjørdi seg til talskvinnu hjá bukaðum kvinnum.


Óhoyrt karaktermorð

Herfyri valdi Liza Marklund umsíðir at svara aftur uppá mongu ákærunar. Við dagblaðið Expressen sigur hon seg ongantíð hava logið ella gjørt ov nógv av fyri at gera søguna um Miu betri.

"Eg havi ongantíð pástaðið, at hvør einasti smálutur í søguni passar. Men í høvuðsheitum er søgan sonn. Hetta er Miu'sa útgáva av sannleikanum. Eg havi ikki eftirkannað alt, sum Mia segði, men eg havi hinvegin ongantíð tikið hana í at lúgva", sigur Marklund.

Hon leggur afturat, at við at sáa iva um søguna hjá Miu, ger Monica Antonsson seg seka í júst sama mistaki, sum svenska løgreglan, ið heldur ikki trúði Miu, tá hon royndi at melda mannin fyri harðskap. Í so máta fremur Antonsson eitt óhoyrt karaktermorð á Miu, sigur Marklund og heldur fram

"Bókin hjá Monicu Antonsson er bara ein síða av søguni, eins og Gömda er tað. Munurin er bara, at Antonsson pástendur, at hennara útgáva er objektivi sannleikin".

Antonsson vil hinvegin vera við, at Liza Marklund gloymir, at tað finst ein onnur síða av søguni - nevniliga tann hjá teimum, sum hava kent sviðan av lygnunum hjá Marklund og Miu.

Sambært Antonsson hevur fyrrverandi maðurin hjá Miu ringt til sín í eini roynd at steðga lygnunum. Í hesum sambandi sigur Monica Antonsson seg hava hitt familju og kenningar hjá manninum, sum siga eina heldur øðrvísi søgun enn hana hjá Marklund. Sambært teimum flýddu Mia og nýggi maður hennara til USA, tí nýggi maðurin hevði roynt at dripið fyrrverandi mannin hjá Miu.

"Men fólk í hansara grannalag hava jú trúð søguni hjá Marklund, og hansara børn eru vorðin happað í skúlanum. Eftir 13 ára hatur og ósannar ákærur varð tað vorðin teirra túrur at fortelja sína søgu", sigur Antonsson.


Mia stevnir

Í løtuni heldur Liza Marklund seg ikki kunna koma við fleiri útsøgnum, tí sum hon sigur við svenska Dagbladet

"Eg kann ikki siga alt, sum eg veit, tí eg havi skyldu til at verja mína keldu. Tí kann eg heldur ikki avdúka, hvør Mia í veruleikanum er".

Men tað hevur Monica Antonsson eftir øllum at døma ikki so nógv ímóti. Sambært Miu inniheldur bókin hjá Antonssen so nógvar upplýsingar um seg, at tað nú er sera lætt at avdúka, hvør fjalir seg aftanfyri dulnevnið. Tí hevur Mia nú eisini stevnt Monicu Antonssen fyri brot á lyftið um at verja sína keldu.

Enn hevur Mia tó ikki avdúkað, hvør hon er, og enn vita vit ikki, hvør sigur sonnu søguna.

Fyribils hevur forleggjarin hjá Lizu Marklund, kendi rithøvundurin Jan Guillou, tó viðgingið, at tað nokk ikki var so heppið at senda Gömda á marknaðin sum eina 'sanna' søgu. Jan Guillou ásannar, at forlagið heldur átti at gjørt, sum í Hollywood, tá filmar verða gjørdir við drøgum frá veruleikanum

"Grundað á eina sanna søgu" átti tað at staðið á bókini hjá Lizu Marklund, sigur Guillou sambært Expressen.