Tað er nú kunngjørt, at Lizzie fer at framføra á einum av størstu festivalunum í Danmark í summar.
Spot-festivalurin, ið verður hildin í Århus í døgunum .5-7. juni, kallar seg sjálvan størsta ?bransju-festival? í kongaríkinum, og sum undanfarnu ár, fara fleiri stór nøvn at framføra.
Fleiri nøvn eru longu komin á skránna, og millum tey størstu nøvnini, ið eru kunngjørd, er føroyski trýfaldaði platin-vinnarin Lizzie.
Millum tey kendu nøvnini er eisini Peter Sommer, ið væntandi fer at geva nakrar smakkiroyndir til næstu fløguna, ?Til Rotterne. Til Kragerne. Til Hundene?, ið kemur út í heyst.
Harumframt eru Kenneth Thordal, Szhirley, Lars Møller, Jomi Massage, Jonas Struck nøkur av teimum mongu, sum fara at framføra á Spot-Festivalinum í summar.