Ljóðbrot: Høvdavirkið sloppið inn aftur á marknaðin í Nigeria

- Støðan í Nigeria er stabilari og teir eru byrjaðir at keypa aftur frá okkum.

 

Tað sigur stjórin á Faroe Marine Products, vanliga kallað Høvdavirkið, Eirikur á Húsamørk, nú Høvdavirkið er sloppið inn á marknaðin í Nigeria aftur.

 

Nigeria var í fleiri ár nógv tann størsti marknaðurin hjá Høvdavirkinum, men so byrjaði at ganga afturá í Nigeria og handilin endaði. Nú gongur tó betur aftur.

 

Eirikur á Húsamørk sigur, at tá oljuprísurin fall byrjaði at ganga afturá, men at landið er byrjað at koma fyri seg aftur.

 

- Vit føroyingar kenna til hvussu tað er at verða í kreppum. Hvørja ferð eru vit komin sterkari aftur og eg vænti tað sama har niðri, sigur Eirikur á Húsamørk

 

Tá Høvdavirkið misti marknaðin í Nigeria, fóru tey undir at menna aðrar vørur, millum annað hundamat. Hetta fáast tey við enn sigur stjórin, men tað gongur altíð ein góð tíð áðrenn ein er komin fyri seg á marknaðinum.