Ljóðbrot: Vit arbeiða altíð uppá at betra okkum

Tað sigur Regin Jacobsen, nú Bakkafrost hevur kunngjørt eitt metgott úrslit

- Vit royna altíð at gera okkara besta og kýta okkum hvønn, men sjálvandi skal mann ikki latað eina góða sum hesa fara framvið, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.

 

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri 2016 var 1.165 milliónir krónur í mun til 1.001 milliónir krónur fyri 2015. Árið 2016 gjørdist tí metgott. Virksemið á landi og sjógvi hilnaðist væl, samstundis sum laksamarknaðurin var góður.

 

Síðstu árini eru stórar íløgur gjørdar til at minka lívfrøðiliga váðan – og   nýggja tænastuskipið Martin, sum kom á Havnina ímorgun, vóna og vænta vit fer at vera eitt nýbrot innan hetta økið, sigur Regin Jakobsen, stjóri á Bakkafrost.

 

Hoyr samrøðu við Regin Jacobsen við at trýsta á pílin undir myndini.