Tað argar, ertar, purrar, nervar, plágar, tennar, órógvar, fjáltrar, tarnar, er til hindurs, ørkymlar, forsyndar. So haldi eg ikki, at tað vóru fleiri orð á hesum sinni fyri genere í orðabókini.
Hvat er tað so, sum er so generandi, at tað órógvar gerandisdagin? Í hesum føri eru tað loftmiðlar, tey rópa, altso radio og sjónvarp umframt fartelefonin. Fartelefonin fyrst.
Fyri kortum hoyrdist harmaljóð um, at bara fjórðihvør føroyingur hevur fartelefon. Sum vant er føroyingurin eftirbátur. Tað líkist ongum, at í londunum rundan um okkum hevur annaðhvørt menniskja ella heili 75 prosent av øllum menniskjum fartelefon. Tað skulu vit eisini hava, tí annars fylgja vit yvirhøvur ikki við í menningini. Ja, menningini! Hvat fyri menning? Er tað menning at fara í song við einari fartelefon á búkinum? Er tað menning at sita, ganga, liggja og SMSa idiotiskar vittigheitir út um alla verðina; vittigheitir, sum vóru in fyri 40 árum síðani? Ella blondinuvittigheitir. Fúlar vittigheitir, ið eru so fjákutar, at tær eru ikki ein gang stuttligar? Hvussu kann tað bera til, at tað er so umráðandi, at vit í øllum lívsins viðurskiftum partú skulu senda SMS-boð í øll heraðshorn til svartasta onga nyttu?
Sjálvandi ber væl til at siga, at tað rakar ikki meg. Eg kann bara látast ikki at síggja ella hoyra hetta undurfulla tólið. Tað er ikki mítt. Men tað er bara tað, at tað órógvar í kirkju, samkomuhúsi, biografi, til jarðarferð, í leikhúsi, í handli, fyri ikki at siga í skúla, hóast eg ikki gangi í skúla í løtuni. Kortini ikki í vatni. Tíbetur eru bara nakrar heilt fáar fartelefonir so frægt vatntættar, at tú fært frið fyri teimum, tá ið tú svimur.
Víst er fartelefon eisini góð at hava. Hon er so framkomin, at tú kanst tosa við fleiri í senn, tó at tað er óluksáliga ringt at skilja, hvat endamálið er við hesi øgilugu tráan eftir at gera vart við seg. Jú, jú, eg veit væl, at fartelefonin er hent. Hon er so hent vorðin, at um ikki so langa tíð er næstan einki fastsamband til longur. Snilt, snilt. Og hvør veit. Kanska verða vit so troytt av hesum tvætlinum, at fartelefonin verður beinleiðis nyttug.
Fjarskiftissambandið hevur Gud hjálpi tú mær eisini lagt hald á musikkin. Ring til ein stovn, tað veri seg privatan ella almennan. Bíða við, ljóðar sera fólkaligt í hinum endanum. Ekkóið av hesum kurteisi er valla horvið, fyrr enn tú hoyrir eina strofu úr Für Elise hjá Beethoven, Jesus bleibet meine Freude hjá Bach ... og fyri at venda aftur til Beethoven eina strofu úr The Fifth ... hjálp! Einki symfoniorkestur, eingin komponistur, eingin dirigentur við virðing fyri sær sjálvum vil finna seg í, at hesin musikkur skal sjoflast til sum pausuterapi í einari telefon. Tí er tað uppaftur verri, at tað er blivið til ... dósaklassiskt. So til radio og sjónvarp. Nær sleppa vit føroyingar av við hetta óljóðið, sum tað má vera, tá ið øll skulu rópa í holið á hvørjum øðrum fyri at hoyra hvønn annan í bussinum, skipinum hjá Strandferðsluni, á summum matstovum, í handlinum, í bilinum (hjá øðrum). Ber tað ikki til at sløkkja! Er tað ikki radio, sum ljóðdálkar, so er tað sjónvarpið, sum bæði ljóð- og myndadálkar.
Alt hetta, tí vit skulu fylgja við. Vera orienterað. Vita nakað. Sannleikin er tann, at mannaheilin er rætt og slætt ikki førur fyri at skilja frá, hvat tað er fyri vitan, vit tráa eftir. Tað gongur alt so skjótt fyri seg, at heilin fær ikki skrásett nakað sum helst.
Tí standa vit eftir við ongum uttan einari stórari telefonrokning og skulu syrgja fyri at rinda lurtara- og hyggjaragjald.
Umberið hetta knarrið. Men álvaratos. Nú er tíð uppá, at vit skilja millum vælferð og vælstand. Mær vitandi er ikki eitt menniskja vorðið lukkuligari eftir at hava roynt at skráseta øll impulsini, sum hamra inn í høvdið á okkum allan dagin og ekkóa um náttina.
Jú, øll hesi tólini kundu verið vælsignað, men tey verða ikki vælsignað at eiga, so leingi tey verða so misbrúkt, sum tey eru.