Ljóðviðurskifti til øll tónleikasløg

Johannes Steingrund, sum hevur staðið fyri ljóðviðurskiftunum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, metir, at viðurskiftini eru so góð, at hølini kunnu brúkast til eitthvørt slag av tónleiki

? Eftirklangstíðin í hølunum kann tillagast til tað slagið av tónleiki, hølini skulu brúkast til. Og er tað hetta, sum ger, at ljóðviðurskiftini eru so góð, sigur Johannes Steingrund, sum er verkfrøðingur og hevur spesiali innan akustikk.
Fyri at fáa opitimal ljóðviðurskifti skal ein kunna broyta eftirklangstíðina, og hetta letur seg gera í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Tað er eitt serligt slag av gardinum, ið ger tað møguligt at broyta eftirklangstíðina í hølunum. Tá gardinurnar verða drignar frá verður eftirklangstíðin stytri, og og tí sjálvsagt longri, um gardinurnar eru drignar fyri. Kórsangur hevur til dømis langan eftirklang, og tá verða gardinurnar tí drignar fyri. Tá talan er um rock/pop-konsertir er eftirklangurin stuttur og tá eru gardinurnar frá. Hetta ger, at hølini kunnu brúkast til øll sløg av tónleiki.
? Nakað annað, ið eisini ger seg galdandi er, at tað eru ongir paralellir veggir, sigur Johannes Steingrund.

Operahúsið í Sydney

Tann størri salurin, sum er konsertsalurin, er væl at merkja ætlaður til konsertir. Tann aftari er gjørdur soleiðis, at hann eisini kann brúkast til samkomur av ymsum slag, sum eitt nú brúdleyp og annað tílíkt.
Johannes Steingrund gjørdi uppskot til ljóðviðurskiftini. Her var talan um útrokningar og annað, sum hann fann útav útfrá eini tekning hann hevði fingið sendandi frá Niels Midjord, sum hevur teknað sjálvt húsið.
? Niels Jordan, sum hevur staðið fyri ljóðviðurskiftunum í Operahúsinum í Sydney, hevur hugt uppá útrokningarnar, og var hann samdur í øllum tí, sum eg hevði gjørt, sigur Johannes Steingrund.
Sjálvur er Johannes væl nøgdur við úrslitið.
? Vit høvdu ætlað at fáa eina eftirklangstíð uppá 1,7 sekund við 100 fólkum inni í salinum, og tað hevur eydnast okkum. So ein kann siga, at vit hava rakt tað vit ætlaðu.
Sum er nú hanga bara einar fyribilsgardinur uppi. Men tær skulu skiftast út við eitt útvalt slag av gardinum, men nær hetta endaligt verður liðugt, veit Johannes Steingrund als ikki at siga frá.