Ljósið vann mest í Runavík

Fimleikur: Fimleikafelagið skipaði um vikuskiftið fyri liðkapping í Runavík

Fimleikasambandið skipaði um vikuskiftið fyri liðkapping í fimleiki í ítróttarhøllini í Runavík. Hetta var samstundis kvalifikatión til FM í einstaklingakappingini, sum verður í ítróttarhøllini á Hálsi um tríggjar vikur.

Tilsamans 79 fimleikarar luttóku ? 28 dreingir og 51 gentur.

Dreingirnir vóru býttir upp í tríggjar bólkar. Bólk 2 vann Støkk (Jústinus í Túni, Karstin Smith Jensen og Fróði Jensen) við 234,08 stigum. Nummar tvey gjørdist Flog við 232,04 stigum. Besti einstaklingur í hesum bólkinum var Jóhan Hentze úr Flog. Hann fekk tilsamans 79,92, tó uttan at vinna nakra serstaka grein.

Bólk 3 hjá dreingjunum vann Havnar Fimleikafelag (Gutti Harryson, Tórarin Holm Petersen og Heini Johansen) við 277,99 stigum, og nummar tvey varð Støkk við 277,71 stigum, so her var næstan eingin munur. Besti einstaklingur her var Gutti Harryson, sum fekk 98,99 stig. Hann var eisini bestur í øllum trimum greinunum ? gólv, lop og ringar.

Eisini í bólki 4 var liðið hjá Havnar Fimleikafelag (Eyvind A. Hansen, Helgi W. Olsen, Høgni Andersen, Ian Skylv Hansen og Høgni R. Øster) best við 334,44 stigum, meðan Støkk á øðrum plássi fekk 292,66 stig. Helgi W. Olsen úr H.F. fekk tilsamans 115,95 stig og vann bæði lop og ringar. Bestur á gólvinum í bólki 4 hjá dreingjunum var Høgni R. Øster.


Fýra gentubólkar

Genturnar vóru býttar upp í fýra bólkar, og Fimleikafelagið Ljósið vann tríggjar av teimum.

Ljósið (Kristina Djurhuus, Bjørg Danielsen, Mia K. Mortensen, Linda Müller og Jórun Joensen) vann bólk 1 við 270,19 stigum. Á øðrum plássi kom Støkk við 246,29 stigum. Í hesum bólkinum var Mia K. Mortensen rættiliga suveren.

Bólk 2 vann Ljósið eisini. Liðið hjá Ljósinum (Barbara Olsen, Aimee Hansen, Vígdis H. Olsen og Unn Kragesteen) fekk 270,19 stig, og teimum á baki kom Støkk við 265,56 stigum. Nummar trý varð Havnar Fimleikafelag við 258,91 stigum. Besti einstaklingur í hesum bólkinum var Unn Kragesteen, sum fekk 92,88 stig. Hon vann lop og gólv, meðan Jónva Joensen úr Støkk var best á bitanum.

Ljósið vann eisini bólk 3 hjá gentunum. Liðið (Torgerð H. Olsen, Bennvør F. Eyvindson, Susan P. Johansen, Heidi Hansen og Birita K. Nielsen) fekk 279,47 stig. Á øðrum plássi kom Havnar Fimleikafelag við 262,65 stigum, og Flog fekk 233,85 stig. Susan P. Johansen fekk 97,07 stig.

Í bólki 4 bragdaði endiliga hjá »heimaliðnum« Støkk. Liðið hjá teimum (Anita Knudsen, Marit Magnussen, Sarita Heinesen, Durita Knudsen, Anna Hansen og Ruth Hansen) fekk 308,12 stig. Á øðrum plássi kom Havnar Fimleikafelag við 291,15 stigum.

Besti einstaklingur í bólki 4 hjá gentunum var Marit Magnussen úr Støkk. Hon fekk 107,66 stig. Í lopi gekk tó ikki so væl hjá henni, og hon bleiv nummar fýra í hesi greinini, sum Inga Torkildshøj úr Havnar Fimleikafelag vann.