Nú skulu øll almenn skip miðsavnast í einum almennum landsreiðarí.
Tað ætlar samgongan.
Talan er um eitt landsreiðarí, sum skal umsita skipini hjá Strandferðsluni, Fiskiveiðieftirlitinum og havrannsóknarskipið.
Samgongan heldur, at verður raksturin miðsavnaður í eitt reiðarí, fer tað at gera raksturin munandi bíligari, tí tað fer at bera til at fáa ymsar fyrimunir av stórrakstri.
Eitt nú fer at bera til at fáa størri avsláttur í sambandi við ymsar veitingar til skipini.
Hetta er ein spurningur, sum hevur verið frammi í eina tíð, men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ásannar, at hetta hevur ikki verið raðfest serliga frammaliga.
Men nú skal gongd fáast á málið og í løtuni situr ein arbeiðsbólkur og arbeiðir við málinum.
Jacob Vestergaard væntar, at hann fer eitt upplegg frá arbeiðsbólkinum longu nú í vár, so at eitt landsreiðarí kann verða veruleiki næsta ár.
- Men akkurát, hvussu farið verður fram, mugu vit venda aftur til, tá ið vit hava fingið uppleggið frá arbeiðsbólkinum.
Samgongan væntar, at hetta fer at føra eina sparing á tríggjar milliónir við sær næsta ár, men annars verður sparingin væntandi fýra milliónir um árið frá 2015 at rokna.
Spurningurin er so, hvar eitt slíkt landsreiðarí skal húsast.
Jacob Vestergaard sigur, at ongin avgerð er tikin um tað.
Men hann heldur, at eitt boð kundi verið, at tað verður Strandferðslan, sum húsast á Tvøroyri, sum verður landsreiðarí.
Har er servitanin í sambandi við skiparakstur savnað frammanundan, so eitt boð kundi verið at latið Strandferðsluna umsitið øll almenn skip og ikki bara ferðamannaskipini.