Torkil Veyhe hevur seinastu vikuna luttikið í fronsku súkklukappingini Tour de Normandie, og eftir hvønn av teimum sjey teinunum hevur Torkil Veyhe skrivað saman við in.fo til eina dagbók, ið vit nú endurprenta í fullum líki niðanfyri:
1. TEINUR
in.fo:
Hey Torkil, hvussu gekst í dag?
Torkil Veyhe:
Hey! Gekk einki serligt í dag... Ein ordans elddópur, um man kann siga tað so. Tað var full speed ahead allan dagin. Tað var síðuvindur frá byrjan av og eg sat væl við, men eftir 60 km dottu nakrar frammanfyri meg - tað kom eitt hol í feltið, og vit, sum sótu aftanfyri, kláraðu akkurát ikki at lukka (tað er sera ringt at lukka tá ið tað koma hol í síðuvindinum). So var game over og vit endaðu í einum bólki, sum kom á mál nakað eftir. Men vit muga bara royna aftur morgin... fari nokk at satsa upp á at koma í útbrot onkran dag.
in.fo:
So var neyvan tíð til at tosa í feltinum, men fekst tú eyga á Chris Anker Sørensen? (stjørnan í kappingini, 12 Grand Tours á CV)
Torkil Veyhe:
Nei, bestemt ikki, men jújú, vit sótu í sama bólki.
in.fo:
Kul. Hvat er so á skránni hjá tykkum restina av kvøldinum?
Torkil Veyhe:
Vøddamýking og eta. (mynd ovast)
in.fo:
Hatta sær ikki so býtt út. Takk fyri í dag, og góða eydnu í morgin!
Torkil Veyhe:
Nei, lekkurt. Takk, tað fáa vit brúk fyri ;-)
2. TEINUR
Torkil Veyhe:
Tað gekk nógv betur í dag. Vit komu allir á mál við fremsta bólki og koyrdu spurtin fyri Rune Almindsø (bleiv nummar 21). Eg royndi sjalvur at koma í útbrot. Tað mundi eydnast, og eg var við í fleiri royndum, men kom tíverri ongantíð heilt leysur frá feltinum, bara nøkur fá sekund hvørjaferð... men tað føldist positivt og vónandi heldur tað fram soleiðis, so skulu vit nokk koma avstað onkran dag
in.fo:
Frálíkt. Hvussu hava beinini tað?
Torkil Veyhe:
Tey hava tað gott, føldust væl í dag. Nógv betur enn í gjár. Nú er ordiliga komin gongd í tey.
in.fo:
Gott at hoyra. Er tað nakar teinur, ið verður serliga avbjóðandi?
Torkil Veyhe:
Ja, tann í morgin sær avbjóðandi út. Teir siga regn, og har verða nakrar rímiliga harðar brekkur í finaluni.
in.fo
Okay. Hugsa um okkum, sum lesa dagbókina, tá ið brekkurnar verða harðar. Góða eydnu!
Torkil Veyhe:
Tað skal eg heilt sikkurt gera, tað gevur nakað eyka. Takk!
3. TEINUR
Torkil Veyhe:
Tað mundi aftur eydnast at koma avstað í dag, men enn einaferð mátti tað blíva við líka við og næstan. Tað var kanska serliga rotið í dag, tí tað endaði við at útbrotið helt heim. Í finaluni hildu vit aftur Rune Almindsø frammi, og eg sat sum seinasti maður eftir saman við honum, men brekkurnar endaðu við at verða nakað harðar fyri okkum báðar, so vit komu ongantíð heilt fram og endaðu við at trilla við feltinum á mál.
in.fo:
Øv, nú man fara at eydnast at koma í útbrot skjótt.
Torkil Veyhe:
Ja, eg vóni tað. Tað virkar sum, at teir sum føra, eru við at blíva eitt sindur troyttir, so eg hopi tað verður nemmari.
in.fo:
Er tað mest tú, sum roynir?
Torkil Veyhe
Nei nei, vit royna allir, men tað eru teir, sum koma heilt fram og liggja til, sum mugu taka møguleikan. Tað hevur bara ikki eydnast hjá nøkrum av okkum enn, tíverri.
in.fo:
Hvat sigur ítróttarstjórin um gongdina higartil?
Torkil Veyhe:
Hann vil sájlvandi hava, at vit raka útbrotini og eru við, men hann er eisini skiljandi, at støðið er høgt. Eg vil siga, at hetta er harðari og á hægri støði enn Post Danmark Rundt.
in.fo:
So er bara at royna aftur. Takk fyri í dag, og góða eydnu í morgin!
Torkil Veyhe:
Takk :)
4. TEINUR
Torkil Veyhe:
Kom aftur við feltinum á mál í dag. Tað verður minni og minni fyri hvønn dag, virkar til at fólk eru við at blíva troytt. Og tó verður tað koyrt hart í finalunum, so tað er ringt at royna nakað úti frá, har mín styrki liggur. Seinasti tímin í dag varð koyrdur við næstan 47 km/t í miðal. Tað er við at vera ein endurtøka eftir hondini, men royndi aftur í dag at slíta meg leysan frá feltinum, og einu ferðina vóru vit eini 12 mans, sum koyrdu vekk, men tað vildu teir við føraratroyggjuni ikki, so teir lukkaðu okkum niður aftur, og við ferðini í finaluni var ikki hugsingur um at gera nakað. So vit mugu upp á hestin aftur og royna om igen í morgin.
in.fo:
Áhugavert at síggja tølini. Hevur tú ikki havt trupulleikar av at fylgja við feltinum higartil?
Torkil Veyhe:
Jú, fyrsta dagin gekk ikki so væl, men eftir at vit eru komnir í gongd, haldi eg at tað gongur betur og betur.
in.fo:
Útmerkað. Sá, at teinurin í Volta a Catalunya bleiv styttur í dag vegna kava. Hvussu er veðrið hjá tykkum?
Torkil Veyhe:
Ja, harmiligt hjá teimum við veðrinum. Vit hava havt regn og 7-8 stig seinastu tveir dagarnar, so tað hevur verið eitt sindur kølið, men ikki soleiðis at tað bilar. Tað er sum at vera í Danmark.
in.fo:
Okay. Hava tit hjá ColoQuick-CULT annars allar menninar við enn?
Torkil Veyhe:
Nei, vit mistu ein fyrsta dagin. Hann hevði mekaniskar trupulleikar og reyk fyri tíðargrensuni. Tað bleiv koyrt øgiliga hart fyrsta dagin, og hann náddi ongantíð at koma upp aftur eftir óhappið. Um man er meira enn 12% aftanfyri vinnaratíðina, so verður man tikin út.
in.fo:
OK. Góða eydnu í morgin!
Torkil Veyhe:
Takk :)
5. TEINUR
Torkil Veyhe:
So vóru vit lidnir, enn einaferð ein harður umgangur. Upp og niður allan dagin. Haldi vit hava fingið um 2000 hæddarmetrar og høvdu næstan 44 km/t. Vit koyrdu aftur fyri Rune Almindsø í finaluni, hann bleiv nummar nøkur og 40.
in.fo:
Hvat siga beinini, nú fimm teinar eru farnir afturum?
Torkil Veyhe:
Tað merkist væl, beinini eru við at verða eitt sindur eym. Men vit verða væl passaðir, tað hjálpur ein heilan deil.
in.fo:
OK. Hvussu eru næstu tveir teinarnir?
Torkil Veyhe:
Teir síggja harðir út. Teinurin í morgin (myndin ovast). Eitt sindur av hæddarmetrum aftur í morgin, beint nú sær út til at verða mótvindur tað mesta av túrinum.
in.fo:
So er bara at súkkla nóg skjótt, so tú nær heim at síggja eitt sindur av Andorra-Føroyar!
Torkil Veyhe:
Ja, tað gera vit heilt sikkurt. Men nú fara vit at eta!
in.fo:
Alt í lagi. Vælgagnist, og góða eydnu í morgin!
Torkil Veyhe:
Takk :-)
6. TEINUR
Torkil Veyhe:
Enn einaferð full ferð á frá byrjan av. Tað var nakað av vindi, so feltið pettaðist sundur í fleiri bitar heilt frá byrjan av = fult gass á allan dagin. Tað eydnaðist at koma við í fyrsta bólkin, og eg føldi meg bara heilt væl koyrandi, so eg satsaði upp á at hava eitt sindur eftir til finaluna. Tað vóru aftur nógvir hæddarmetrar, 2500, og ein miðalferð á 44 km/t. Tað er nógv, tá ið man koyrir í brekkum sum í dag. Hevði eisini nýggja ferð-rekord í dag. 20 km upp á 20 minuttir, so eitt sindur hava vit traðkað.
Men aftur til finaluna. Vit vóru kanska 60 mans eftir í feltinum, tá vit raktu umgangirnar, og eg helt meg væl frammi, men á seinastu brekkuni 3km frá mál var við at vera útselt, feltið pettast aftur og eg eg komi sum ein av teimum seinastu við upp um. So er bara full speed ímóti málinum og ikki møguligt hjá mær at vinna nakra plasering, so eg endi við at blíva nummar 44. Fínt úrslit, og beinini følast betur og betur, men nú gleði meg meg eisini til at vit enda í morgin. Tó harmiligt, at eg ikki kláraði at hanga eitt sindur betur við í finalni, hevði væl tímað at komið heim við einum góðum/betri úrsliti.
in.fo:
Sterkt! Hevur ítróttarstjórin havt nakra viðmerking til títt persónliga avrik?
Torkil Veyhe:
Nei, ikki beinleiðis. Eg eri persónliga væl nøgdur í mun til hvussu tað hevur gingist hinar dagarnar, men vit eru sjálvandi her fyri at koyra við um sigurin, og tað hava vit ikki ordiliga gjørt enn. Men hann er sjálvandi glaður fyri at vit hava framgongd, hóast vit ikki eru heilt har vit burdu verið.
in.fo:
OK. Náddi tú at síggja fótbóltsdystin ímillum Andorra og Føroyar?
Torkil Veyhe:
Ja, eg sá 10 minuttir mitt í seinna hálvleiki, men so skuldi eg inn at hava massagu. Var tað ein góður dystur?
in.fo:
Haldi ikki, at tú hevur forsømt teg. Annars, man hetta vera harðasta kappingin tú hevur súkklað?
Torkil Veyhe:
Ja, hetta er nakað heilt annað. Tað er munandi hægri støði enn eg koyrdi í fjør. Teir, sum eru við her, siga, at hetta er ein tann harðasta kappingin fyri ikki-fulltíðar lið, sum er, so tað er altíð nakað.
in.fo:
Frálíkt! Men vit hoyrast aftaná seinasta teinin í morgin, góða eydnu!
Torkil Veyhe:
Tað gera vit! Takk :)
7. TEINUR
Torkil Veyhe:
So var Tour de Normandie yvirstaðið. Sera læruríkt og super upplivilsi. Vit vóru aktivir aftur í dag, men feltið vildi ikki lata nakran koyra. Vit royndu okkum í finaluni í staðin. Jesper Odgaard bleiv nummar 19 og eg nummar 29. Gott 1100 kilometrar upp á sjey dagar og beint undir 26 tímar.
in.fo:
Ikki so galið. Hvussu eru tit samlað sæð nøgdir?
Torkil Veyhe:
Positivt, at vit blivu betur og betur koyrandi, og vóru meir og meir við. Hørð kapping at byrja kappingarárið við, men eg trúgvi at hetta fer at geva sera væl til tær komandi kappingarnar.
in.fo:
Ja, hvør er næsta kapping?
Torkil Veyhe:
Komandi vikuskifti er kapping í Danmark leygardag og sunnudag. Fyrstu kappingarnar í Danmark í ár. Tað verður spennandi at síggja hvar vit eru í mun til hini donsku liðini.
in.fo:
Spennandi. Hvussu ert tú annars nøgdur við persónliga avrikið í Tour de Normandie?
Torkil Veyhe:
Eg eri væl nøgdur. Haldi, at eg eri komin væl ígjøgnum. Hevði vónað at rakt eitt útbrot, men tað gekk sum kunnugt ikki. Eg var tó við í finaluni tvær ferðir, og tað eri eg super væl nøgdur við. Eitt sindur harmiligt, at eg ikki var við longri frammi, men støðið er eisini høgt, so tað er á einari góðari leið. Eg føldi at eg kláraði at vera við so nøkurlunda, og tað eri eg super væl nøgdur við í mun til at hetta er fyrstu ferð eg eri við í kapping á hesum støðinum.
in.fo:
Hvussu hevur tað verið at roynt eitt slíkt professionelt setup?
Torkil Veyhe:
Stuttligt. Fekk smakk av tí undir Post Danmark síðsta ár. Tá man er saman við fólki, ið man hevur tað stuttligt saman við, so er tað einki problem. Deiliga avslappandi.
in.fo:
Hvat er á skránni restina av degnum?
Torkil Veyhe:
Nú hava vit sjey tímar í bili upp ímóti Týsklandi, har vit sova í nátt áðrenn vit koyra seinasta pettið heim.
in.fo:
Her at enda, Torkil, verður tú við á oyggjaleikunum í summar?
Torkil Veyhe:
Ja, tað er ætlanin. Eitt av mínum málum í ár er at vinna oyggjaleikirnar.
in.fo:
Tað ljóðar gott. Takk fyri at tú vildi vera við í dagbókini, og góða eydnu framyvir!
Torkil Veyhe:
Tað var so lítið. Takk fyri at eg slapp at vera við, tað hevur verið stuttligt at greitt frá.