Øll flogferðsla til og frá flogvøllinum í Vágum er steðgað í dag Atlantsflog upplýsir, at mjørkin liggur tjúkkur vesturi í Vágum í dag, og eingi útlit eru fyri, at veðrið fer at batna. Tí eru øll flogferðsla fyribils avlýst.
Rasmus Niclasen frá Atlantsflogi heitir á fólk um ikki at koma vestur á flogvøllin í dag. Men hann biður fólk um at kunna seg ígjøgnum fjølmiðlar og á heimasíðuni hjá Atlantic Airways. Rasmus Niclasen sigur, at tey vóna, at tað fer at klárna ímóti kvøldi, og tá verður flogferðslan møguliga uppafturtikin.
Atlantsflog hevur 14 komur og fráferðir í dag, og 500 fólk skuldu eftir ætlan koma úr Danmark, men øll flogførini eru fyribils avlýst. Eitt flogfar var á veg úr Keypmannahavn í morgun, men yvir Hetlandi vendi flogfarið við aftur til Danmarkar.
Tvey flogfør skuldu lenda í gjárkvøldið, men tey endaðu í Íslandi og í Noregi.