Øll innlán í Eik hava nú statsveðhald

Nevndin í Eik Banka hevur tikið avgerð um, at samtakið framhaldandi verður partur av teirri sonevndu Privatu Tilbúgvingini

Eik Banki hevur í dag boðað virðisbrævamarknaðunum í Keypmannahavn og Íslandi frá, at Eik-samtakið framhaldandi verður við í teirri sonevndu Privatu Tilbúgvingini. Hetta ber í sær, at komandi tvey árini veitir danski staturin trygd fyri øllum innlánum í Eik-samtakinum.

Staturin hevur latið eina tvey ára trygd fyri øllum innlánum í peningastovnum í ríkinum, og eftir avtalu við fíggjargeiran skal Privata Tilbúgvingin umsita og fíggja trygdina, ið er galdandi frá 6. oktober 2008 og tvey ár fram.

Samlaða árliga tryggingargjaldið, ið peningastovnarnir skulu rinda, er 7,5 mia. kr. Árligi parturin hjá Eik-samtakinum er uml. 60 mió. kr. Harumframt kemur ein partur av samlaðu ábyrgdini uppá 10 mia. kr. eins og ein møgulig hækking av tryggingargjaldinum, um tær 25 mia. kr., ið tryggingargjaldið og ábyrgdin eru tilsamans, ikki røkka. Ábyrgdin og ein møgulig hækking av tryggingargjaldinum kunnu í ringasta føri kosta Eik-samtakinum uml. 80 mió. kr. hvørt.

Luttøkan hjá Eik-samtakinum í Privatu Tilbúgvingini ber í sær, at ársúrslitið hjá Eik Banka fyri skatt verður 15 mió. kr. minni enn higartil mett. Hinvegin roknar Eik við, at endurreisnin av fíggjarliga støðufestinum í samlaða fíggjargeiranum kann hava eina positiva ávirkan.

Samstundis, sum avgerð er tikin um framhaldandi limaskap í Privatu Tilbúgvingini, hevur nevndin í Eik avgjørt, at vinningsbýtið verður ikki útlutað partaeigarum í Eik komandi tvey árini, eins og nevndin gongur undir hinar treytirnar í skipanini.