Øll oddaliðini í Italia vunnu

Inter Milan vann 3-0 á Bologna í Milano. Fyrrvarandi Barcelona miðvallarin Thiago Motta skoraði tvey, meðan Mario Balotelli skoraði eitt. Balotielli hevur annars verið útihýstur úr Inter-hópinum seinastu vikurnar.

 

AC Milan var á odda tríggjst ferðir, tá teir vitjaðu Cagliari. Tær báðar fyrstu ferðirnar javnaði Cagliari, men AC Milan vann 3-2 og hevur enn ein møguleika at vinna Seria A.

 

AS Roma vann við einum máli á Bari. Tað var Mirko Vucinic, ið skoraði einasta málið, tá Roma vann á Bari.

 

Inter Milan er enn á odda við 66 stigum, meðan AS Roma hevur 65 stig. AC Milan hevur 63 á triðja plássi.