Nú skulu øll tey trý sjúkrahúsini hava ein felags bíðilista.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Í summar varð ein menningarætlan gjørd fyri heilsuverkið, og har er eitt tilmæli, at øll trý sjúkrahúsini fáa eina felags sjúklingaávísing.
Tað merkir, at allir sjúklingar, sum skulu á sjúkrahús, verða settir á ein og sama bíðilista.
Sum støðan er nú, hava tey trý sjúkrahúsini hvør sín bíðilista. Ein avleiðing av tí er, at tey smáu sjúkrahúsini hava ov fáar sjúklingar, samstundis sum at bíðilistin til viðgerð á Landssjúkrahúsinum, er heilt óneyðuga langur til fleiri viðgerðir. Samstundis er Landssjúkrahúsið so yvirfylt, at sjúklingar liggja á ganginum.
- Øll eru samd um, at tað einasta rætta er at vit fáa ein felags bíðilista tí tað kann stytta bíðitíðina til fleiri viðgerðir og samstundis er tað eitt stórt stig á leiðini at gagnnýta sjúkrahúsini betri, sigur Sirið Stenberg.
Hon miðar ímóti, at longu á nýggjárinum skulu sjúkrahúsini hava ein felags bíðilista. Hon sigur, at tað, ið eftir er av árinum skal so brúkast til at kanna eftir, hvørjar telduskipanir krevjast til at skipa ein felags bíðilista.
- Men vónandi klára vit tað til á nýggjárinum, leggur hon afturat.
Hon sigur, at hetta eitt mál, sum er í tveimum. Í fyrru atløgu snýr tað seg um, at allir kommunulæknarnir hava ein felags bíðilista at seta sjúklingar sum skulu á sjúkrahús, á. Í aðru atløgu skal greiða fáast á, hvussu sjúklingarnir koma av aftur bíðilistanum og verða býttir sundur ímillum sjúkrahúsini.
Sirið Stenberg sigur, at ein máti er at gera á sama hátt, sum tað verður gjørt við sjúklingum, sum verða sendir til serviðgerð uttanlands.
Í tí sambandi er fólk sett, at býta sjúklingarnar ímillum tey ymsu, útlendsku sjúkrahúsini, sigur Sirið Stenberg.
Ein annar máti kann vera, at hvørt sjúkrahús sær, tekur sjúklingar av listanum, sum tey klára at viðgera.
- Men vit mugu undir øllum umstøðum fáa trygd fyri, at allir sjúklingarnir koma av aftur bíðilistanum, sigur Sirið Stenberg.
Herfyri segði Sirið Stenberg, at ein felags bíðilisti er ein spurningur, sum tosað hevur verið um í fleiri ár, og at tað er henni ein gáta, at tað ikki langt síðani er sett í verk.
Eisini Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, segði, spurningurin um at alt heilsuverkið fær ein felags bíðilista, har hallir kommunulæknar leggja sínar sjúklingar inn, er nakað, hann hevur sóknast eftir í eini 20 ár.