Øll skulu hava orsøk at vera nøgd

Herfyri vísti ein kanning, at níggju av hvørjum 10 sjúklingum á føroysku sjúkrahúsunum eru nøgdir við sjúkrahúsverkið. Talan var um 89 prosent av 540 spurdum sjúklingum, sum høvdu verið innlagdir, og tað er eitt hægri prosenttal av nøgdum sjúklingum enn til dømis í Danmark

Men samstundis siga hesi tøl eisini, at ein av hvørjum 10 sjúklingum er ikki nøgdur, ella 11 prosent. Og tað er sjálvandi ikki so gott, tí umráðandi er jú, at fólk við ørindum í sjúkrahúsverkinum kenna seg væl har og fáa alla ta hjálp, teimum tørvar.

Hví 11 prosent ikki eru nøgd, kunnu sjálvandi nógvar orsøkir vera til, men frá politiskari síðu ræður um at gera alt, ið gerast kann, so næsta kanning kemur so nær 100 prosents nøgdsemi, sum gjørligt. Hetta kann gerast upp á nógvar mátar.

Ein er við viðgerðartrygd, so allir sjúklingar innan tvær til seks vikur kunnu vera vísir í at fáa ta hjálp, teir hava fyri neyðini. Ein annar máti er at styrkja um fakliga førleikan hjá starvsfólkunum við skeiðs- og eftirútbúgvingartilboðum, so tey eru før fyri at taka við teimum avbjóðingum, ið koma.

Javnaðarflokkurin vil virka fyri, at tað er trygt og gott hjá bæði sjúklingum, starvsfólkum og øðrum, ið hava nakað við sjúkrahúsverkið at gera. Eingin leitar sær hjálp har, sum ikki hevur brúk fyri tí, so tí eigur alt at verða gjørt fyri, at allir sjúklingar hava orsøk til at vera nøgdir við ta hjálp, teir fáa har.

Skal hetta eydnast, er eisini neyðugt við bestu umstøðum til starvsfólkini, sum fyri stóran part eru ovbyrjað, tí ov mikið er at gera innan sjúkrahúsverkið. Her eiga átøk at verða gjørd, so starvsfólkini kunnu mennast, umframt at tænastur verða samskipaðar, so arbeiðsbyrðan verður lættari at bera, samstundis sum tað eisini vil lætta um hjá sjúklingunum.

 

www.hedinmortensen.com