John Johannessen,
tingmaður fyri Javnaðarflokkin
Sum partur av samgonguni ætli eg mær undir ongum umstøðum at góðtaka, at fólk verða tveitt út í arbeiðsloysi, heldur enn at sleppa í skúla.
Allir skikkaðir umsøkjarar hava rætt til at sleppa inn á miðnámsskúla. Hetta er ein lógarfestur rættur, sum løgtingið samtykti fyri 10 árum síðani.
Hetta er eisini ein heilt náttúrligur rættur. Tí tað er jú almenn vitan, at skúlaskapur og økt vitan, eru bestu íløgurnar fyri samfelagið og einstaka menniskjað.
Visjón - ikki koddi
Vit ætla okkum at vera millum heimsins fremstu tjóðir í 2015. Skal hetta málið eydnast, er umráðandi, at so nógv ung, sum yvirhøvur gjørligt, antin taka eina miðnámsútbúgving ella aðra førleikagevandi útbúging eftir loknan fólkaskúla. Hetta er treytin, fyri at vera við í alheimsgerðini. Og vit mugu taka neyðugu stigini beinanvegin. "Visjón 2015" skal ikki vera ein koddi, men eitt spark í afturpartin.
Hetta hava okkara grannalond langt síðani ásannað. Tì hevur tað millum annað volt til stóra rannsakan í Danmark, at talið av dønum, ið taka miðnám eftir fólkaskúlan, ikki er hækkandi. Enn størri rannsakan átti tað at volt okkum, at Føroyar liggja á aftasta plássi, tá talan er um framhaldandi lestur eftir fólkaskúlan.
Spara eftir hæli
Fekk sum vátan vøtt frammaná, tá eg í Degi og Viku týskvøldið hoyrdi, at ein heilur hópur av skikkaðum umsøkjarum ikki sleppa í miðnámsskúla næsta skúlaár orsakað av pengatroti í Mentamálaráðnum.
Visti, at játtanin á fíggjarlógini til miðnámsskúlarnar var heldur lítil. Men helt, at trupulleikin var loystur, tá eg tann 14. mei var við til at atkvøða fyri 2 milliónum eyka til rakstur av miðnámsskúlunum. Hetta var sambært upplýsingunum frá fíggjarnevndini tann upphæddin, ið skuldi til, fyri at kunna taka allar skikkaðu næmingarnar inn.
Men sambært Mentamálaráðnum er neyðugt við 1,5 mió. afturat, um trupulleikin skal loysast.
Hetta boðar frá, at antin hevur Mentamálaráðið ilt við at halda skil á pengunum, ella hevur fíggjarnevndin ikki rætta viljan at játta pening til skúlaskap.
Líkamikið hvør orsøkin er, so er tað ein sparing eftir hæli at spara á skúlaøkinum. Tað er í øllum førum ikki ein íløga at tveita fólk í ALS, heldur at játta teimum skúlaskap.