svimjing
Dia Jacobsen
Dia kom í finaluna í kappingini, 100 metra frí. Dia byrjaði kappingina á geil 7, men fyrstu 50 metrarnar var lítil munur fram til fremstu svimjararnar. Seinastu 50 metrarnar øktist hesin tó, og Dia kom á mál sum nummar átta av teimum átta svimjarunum.
Shaila millum Garðarnar
Shaila var í finaluni í 50 metra firvald, har hon byrjaði á geil átta. Í innleiðandi umfarinum svam hon teinin í tíðini 31,76. Vit hava tíverri ikki endaligu tíð hennara í skrivandi løtu, men hon kom á mál sum nummar sjey
Kristian Martin Joensen
Kristian Martin svam seg í finaluna í 400 metra firvaldsvimjing, men tá finalan í stafettini eisini var á skránni, gjørdi hann av at taka seg úr hesari kapping. Mett eftir tíðunum í innleiðandi umførunum kundi talan tó verið um eitt fimta ella sætta pláss.
Eivind Eysturoy
Eivind gjørdust akkurát ov stuttur at røkka finaluni í 100 metra firvaldssvimjing. Í undankappingunum hevði Eivind níggjunu bestu tíðina, og var tí eitt pláss frá at røkka einum finalusessi