Øll vinnumál undir eitt aðalráð

Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir enn einaferð á løgmann um at leggja øll vinnumál undir sama aðalráð, soleiðis at umsitingin av vinnumálum verður so munadygg sum gjørligt. Nú er høvið at skipa soleiðis fyri, at vinnumál verða savnað í einum aðalráði.

Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum hevur grein á síni heimasíðu um hesi viðurskifti.

- Løgmaður hevur boðað frá, at arbeitt verður við bygnaðinum í miðfyrisitingini. Vit halda tí, at nú er høvið at skipa soleiðis fyri, at øll vinnumál verða umsitin av einum og sama aðalráði.

Á fundi við løgmann á heysti 2009 vísti Føroya Arbeiðsgevarafelag á tað óhepna, at vinnumál liggja spjadd millum fleiri aðalráð, at aðalráðini samskipa ikki vinnupolitikkin sínámillum og at samskipandi leikluturin, sum Løgmanskrivstovan hevur, ikki virkar. Somuleiðis var víst á, at tað ikki er nóg gott, at málbýti ofta er kittið í samgongusamráðingum.

- Úrslitið er, at yvirskipaði málsetningurin verður ofraður, heldur felagið.

Dømini um, at sundurlagað umsiting av vinnumálum er óheppin, eru fleiri.

- Eitt hitt feskasta er ferðavinnan, sum í málsbýtinum í sambandi við seinastu samgongusamráðingar varð løgd umsitingarliga undir Uttanríkisráðið. Samstundis vórðu samferðsla, flogferðsla og heilsufrøðiliga økið, sum eru týdningarmikil fyri menningina av ferðavinnuni, verandi vinnumál.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at hetta hevur víst seg ikki at rigga serliga væl fyri vinnuna.

- Niðurlaging er hend av ferðavinnuni í Uttanríkisráðnum, samstundis sum lítið ella einki er gjørt fyri at menna vinnugreinina innlendis. Ikki kann sigast annað enn, at tvíbýtta ábyrgdin av ferðavinnuni hevur gingið út yvir menningina av vinnugreinini sum heild.

Føroya Arbeiðsgevarafelag nevnir eisini onnur óheppin dømi um, at vinnumál liggja í ymiskum aðalráðum.

- Vit halda, at tað hevði verið skilagott at lagt saman verandi Vinnumálaráð og Fiski- og tilfeingismálaráð umframt tey mest vinnurelevantu av uttanríkismálunum í eitt og sama aðalráð. Eisini eigur umsitingin av peningastovnsvinnuni at verða løgd saman við vinnumálum.

Felagið heldur, at hetta eigur at verða gjørt fyri at tryggja góðan førleika og dygd i umsitingina av vinnumálum og munandi betri samanhang í millum umsitingina av øllum vinnurelateraðum málum.

- Vit heita tí enn einaferð á løgmann um at leggja øll vinnumál undir sama aðalráð, soleiðis at umsitingin av vinnumálum verður so munadygg sum gjørligt, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.