Kaj Leo Holm Johannesen brúkti í ólavsøkurøðu sínari búskaparlig lyklatøl fyri at vísa á, at Føroyar hava framgongd í hesum døgum.
- Ein vaksandi búskapur er fyritreyt fyri fólkavøkstri og vælferð. Vit hava ein vaksandi búskap. Búskaparligu lyklatølini vísa rættan veg, og konjunkturvísitalið hevur ikki verið so høgt síðan 2007. Vøkstur er í øllum høvuðsvinnugreinum, segði løgmaður.
- Bruttotjóðarúrtøkan vaks 5 prosent í fjør, og fyrra hálvár eru inntøkurnar frá meirvirðisgjaldi um 12 % hægri sammett við somu tíð síðsta ár. Inntøkurnar frá landsskattinum eru um 6 % hægri enn somu tíð í fjør. Lønarútgjaldingarnar eru vaksnar um 5 prosent í ár. Bjartskygni er í vinnuni. Tað grør um gangandi fót.
Kaj Leo Holm Johannesen vísti á, at tað privata og almenna í ár gera íløgur fyri oman fyri 2 milliardir krónur og helt fram:
- Løntakararnir gerast fleiri. Síðan samgongan tók við á heysti 2011 eru 500 fleiri løntakarar. Arbeiðsloysið er nú komið niður á 3,7 %. Tað er eitt av teimum lægstu í Evropa. Nógv bendir á, at okkara útflutningur aftur setur met í ár. Samlaða íkastið frá alivinnuni, uppsjóvarvinnuni og fjarfiskiflotanum hevur ongantíð verið størri.
Hann viðurkendu tó, at landsstýrið hevur avbjóðingar:
- Vit hava framvegis hall á fíggjarlógini. samgongan hevur sett sær fyri at fáa javnvág í 2016. Hetta halda vit fast um, og við verandi búskapargongd er nógv, sum bendir á, at vit røkka málinum, segði løgmaður í ólavsøkurøðuni.