Løgmaður fer sjálvur at sita fyri samferðsluni

Løgmaður hevur nú gjørt av, hvussu málsøkini, sum Sámal Petur í Grund umsat, skulu býtast millum landsstýrismenninar. Samferðsluni - og harvið undirsjóvartunlinum - fer løgmaður sjávlur at sita fyri

Eirikur Lindenskov


Síðani løgmaður fyri góðum mánaði síðani koyrdi Sámal Petur í Grund frá sum landsstýrismann, hevur hann sjálvur siti við málsøkjum hansara.

Tað var handfaringin hjá Sámali Petur í Grund av undirsjóvartunlinum, sum var almenna orsøkin til, at Edmund Joensen, løgmaður koyrdi landsstýrismannin frá.

Síðani hevur verið gitt, hvussu løgmaður nú fór at býta málsøkini. Røddir hava verið frammi, sum hava hildið, at Ivan Johannesen fór at taka yvir flestu málini. Men her hevði løgmaður bara tann trupulleika, at hann ikki er samdur við partamanninum og vágapolitikaranum Ivan Johannesen.

Men henda trupulleik hevur løgmaður loyst á tann hátt, at hann sjávlur fer at taka sær av samferðslumálunum.

Hini málsøkini verða býtt soleiðis:

Ivan Johannesen, landsstýrismaður:

Samskiftismál (tó ikki samferðslumál)

Ferðavinna

Mentannarmál


John Petersen, landsstýrismaður:

Sjóvinnumál


Samferðslumál, herundir havnir og vegir/lnadsverkfrøðingurin, strandferðsla og loftverðsla situr løgmaður fyri tað, ið eftir er av valskeiðnum.