Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, verður næstu dagarnar vertur fyri vitjan hjá Margrethu drotning, ið er komin á almenna vitjan.
Ferðin hjá drotningini til Føroya var av ongum í gjár, men fyrrpartin lendi drotningin í Vágum.
– Nógv orka er løgd í fyrireikingarnar, og tí er tað gleðiligt, at hon er komin til landið, sigur Bárður á Steig Nielsen við FM1.
Hann harmast, at kongaskipið Dannebrog ikki er komið at seta dám á vitjanina.
Samrøða við løgmann um drotningavitjanina kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.