Eg dugi ikki at síggja annað enn at løgmaður hevur brotið okkara stýrisskipanarlóg.
So greiður er Jákup Mikkelsen løgtingsmaður og formaður fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum.
Jákup Mikkelsen er eisini formaður í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum. Í løgtinginum í dag hevur verið funnist at løgmaður fyri hann hann hevur verið í Russlandi á vitjan. Funnist hevur eisini verið at honum fyri at hann hevur skrivað undir eina fríhandilsavtalu við Turkaland.
Í okkara stýrisskipanarlóg stendur, at mál, sum hava stóran uttanríkispolitiskan týdning, skulu leggjast fyri uttanlandsnevndina til hoyringar.
Jákup Mikkelsen heldur, at russlandsferðin hjá løgmanni og avgerðin um at skriva undir fríhandilsavtalu við Turkaland, eru so mikið stór mál, at tey skuldi løgmaður at hava lagt fyri uttanlandsnevndina frammanundan.
Men tað gjørdi hann ikki, staðfestir hann.
- Stýrisskipanarlógin er greið og eg dugi ikki at síggja annað enn at løgmaður hevur brotið hana í hesum báðum førum, fyri at vita um hann hevur undirtøku fyri tí, hann hevur gjørt, sigur hann.
Løgtingið viðger okkara uttanríkispolitisku viðurskifti í dag og Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, spurdi Jákup Mikkelsen, hví hann, sum enntá er formaður í uttanlandsnevndini, ikki ger vart við seg fyrrenn nú.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, er samdur. Hann dugir heldur ikki at síggja nakra sum helst meining í, at løgmaður ikki leggur málini fyri uttanlandsnevndini.
- Tað hevði verið í trúnaði, og endamálið er nettupp fyri at tryggja sær politiska undirtøku fyri tí, hann ger, og fyri at tryggja sær, at løgtingið stendur saman um stórmál, sigur Høgni Hoydal.
Jákup Mikkelsen sigur, at nú løgtingið viðger okkara uttanríkispolitisku viðurskifti væntar hann sær eina frágreiðing frá løgmanni um hesi viðurskifti.
- Hendir tað, at løgtingið ikki tekur undir við fríhandilsavtalu við Turkaland, hava vit ein stóran trupulleika, sigur.