Løgmaður misnýtir sítt vald

? Tað er at misnýta sína makt, at taka allar tingmenn og føroyingar yvirhøvur sum gíslar í einum innanhýsis perónligum stríðsmáli. Tað heilt nátúrliga var, at løgmaður sjálvur fór frá, sigur Marita Petersen.

Eirikur Lindenskov


? Tað var væntandi, at valið skuldi koma nakað skjótt, men at tað skuldi henda í dag - og við hasum grundgevingunum, tað hevði eg ikki roknað við, sigur Marita Petersen, fyrrverandi løgmaður.

? Grundgevingarnar hjá løgmanni at skriva út val eru eisini púra burturvið. Tað er í lagi, at løgmaður heldur grund verða at skriva út val ein ella tveir mánaðir fyri valið, men at grundgeva tað við, at hansara egna bakland er ónøgt við hann, tað dugi eg ikki at síggja sum rímulig grund. Einhvør annar hevði farið frá sjálvur.

Marita Petersen heldur, at eitt annað áhugavert er støðan hjá løgmanni, nú vit hava fingið nýggja stýrisskipanarlóg. Hetta er fyrstu ferð, at løgmaður skrivar út val á henda hátt, og her eru fleiri viðurskifti, sum eiga at verða kannað nærri: Hvørjar heimidir hann hevur nú, og hvat hendir, um hann ikki verður afturvaldur.

Løgmaður kann sambært stýrisskipanarlógini verða sitandi til val verður, og hann kann eisini halda fram sum løgmaður aftan á valið. Fer løgmaður ikki sjálvur frá, so má løgtingið koyra hann frá.


Tingið atkvøða Edmund frá

? So er spurningurin, um løgmaður ætlar sær frá - um hann finnur hurðina sjálvur, sigur Marita Petersen, sum heldur tað vera ógvuliga løgið av løgmanni ikki at leggja frá sær beinanvegin, tá hann fær slíka misálitisváttan frá sínum egnu.

Tað ber til at hugsa sær ta støðu, at løgmaður ikki leggur frá sær, hóast nýggj samgonga er skipað aftan á valið. ? Tá má tingið atkvøða hann út, sigur Marita Petersen.

Eingin í tinginum gjáramorgnunin visti, hvat løgmaður hevði í kvittanum, tá hann brádliga trein upp á røðarapallin. Seinasti meinigi tingmaður, sum hevði orðið, var Jógvan Adolf Johannesen, sum umrøddi uppskotið hjá Henriki Old um at selja flakavirkið í Vági. Eins og øll hini 90 uppskotini, sum liggja á tingborði, fall uppskotið hjá Henriki Old eisini til jarðar, og kunnu vit tí siga, at vágbingar ikki sleppa at keypa flakavirkið áðrenn valið - takkað veri løgmanni.


Partamenn

løgmans vistu einki

Beint áðrenn løgmaður trein á røðarapallin, orðaði hann tað við landsstýrismenninar á tinghúsloftinum. Ikki ein gong hansara egnu partamenn fingu nakað at vita, og lupu skakkir upp, tá boðini ljóðaðu.

? Men tú skrivaði eisini val út í ótíð fyri sløkum fýra árum síðani. Var støðan øðrvísi tá?

? Ja, tá var støðan ein heilt onnur. Fyri tað fyrsta hevði samgongan mist meirilutan, sum hon skuldi hava, sigur Marita Petersen.

Tá var samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Lasse Klein, sum tá var tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin fór úr flokkinum og tók stuðulin til samgonguna aftur. So var støðan tann, at samgongan hevði 16 tingmenn og andstøðan eisini 16.

? Vit ætlaðu tá at halda fram og halda valið um heystið, men tá var tað, at Sjálvstýrisflokkurin, sum eftir var, Helena Dam á Neystabø og Karl Heri Joensen, sum vildu hava val útskrivað. Í dag er skipanin ein onnur. Tá var landsstýrið eitt forrætningsministerium - og tað er tað ikki nu, sigur Marita Petersen.

? Fara tit at gera nakað við hetta - kanska at leggja misálitisuppskot fram fyri at fáa Edmund Joensen frá sum løgmann beinanvegin?

? Sjálv haldi eg, at tað hevði verið tað skilabesta, men tað er ikki vist, at meiriluti fæst fyri hesum, og so gevur tað so nógvar aðrar trupulleikar.

? Er skipanin so ikki ov vánalig?

? Nei, skipanin er ikki gjørd ov vánalig. Skipanin er gjørd til fólk, sum ragera normalt - at tann, sum situr sum løgmaður fylgir teimum reglum, sum eru, sigur Marita Petersen.

? Vit kunnu taka dømi úr øðrum londum. Poul Schlüther fór frá av tí, at hann fekk hasar ákoyringarnar í Tamilmálinum. Tað hevði annars kunna merkt, at hann ikki fekk uppbakking frá sínum egnu. Anker Jørgensen fór upp á sama máta frá á sinni uttan at skriva út val. Tað gera politikarar vanliga - í øllum førum tey, sum hava skilt hvussu politisku skipanirnar eru.

? Poul Nyrup Rasmussen skrivaði út val fyri tíðina og brádliga. Men hann varð sitandi, tí hann hevði ikki ein meiriluta ímóti sær. Hevði hann havt tað, so fór hann frá beinanvegin.


Valdsmisnýtsla

? Tað er at misnýta sína makt, at taka allar tingmenn og føroyingar yvirhøvur sum gíslar í einum innanhýsis perónligum stríðsmáli. Tað heilt nátúrliga var, at løgmaður sjálvur fór frá, sigur Marita Petersen.