Tað sigur Beinir Johannesen, løgmaður, í longri samrøðu við ólavsøkublaðið hjá Sosialinnum.
– Málið hjá mær er at fáa ítøkiliga handling aftan fyri orðini, sum eru søgd í fleiri ár, sigur Beinir Johannesen.
Løgmaður nevnir serliga fleiri felagsskapir, sum Føroyar vilja gerast partur av.
– Vit ynskja limaskap í NAFO og NEAFC á fiskivinnuøkinum, í IOC á ítróttarøkinum og í EFTA á handilsøkinum.
Sambært løgmanni hava viðkomandi partar víst Føroyum jaligan hugburð.
– Tey hava verið positiv. Nú mugu vit so síggja, hvussu langt vit kunnu koma.
Spurdur, um hetta ikki bara eru somu lyfti, sum hava verið hoyrd fyrr, sigur løgmaður, at hann vil síggja ítøkilig úrslit.
– Hetta er eitt av teimum málunum, sum hevur høga raðfesting hjá okkum, og eg vóni, at vit fáa loyst tað í hesum valskeiðinum.
Løgmaður vísir eisini á arbeiðið við at broyta Helsingforssáttmálan, so Føroyar kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Har hava Føroyar stuðul úr Danmark og Íslandi.
– Nú hava Føroyar og Danmark formansskapin í Norðurlandaráðnum saman, og vit vóna, at tað kann flyta málið fram.
Hann ásannar tó, at serliga Svøríki og Finnland higartil hava verið varin.
Ólavsøkublaðið hjá Sosialinum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á Sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.











