Umboð fyri danska minnilutan í Týsklandi vitja í Føroyum

Leygarmorgunin fáa Føroyar forvitnisliga vitjan av umboðum fyri danska minnilutan í Týsklandi og fólki, sum búgva í Suðurjútlandi. Tey verða í Føroyum í eina viku.

Tíðindaskriv:

 

Felagið Norden í Suðurjútlandi og í Suðurslesvig standa fyri ferðini. Millum luttakararnar eru fólk, sum búgva týsku megin markið millum Týskland og Danmark. Tey flestu teirra hava danskar røtur, tosað danskt og kenna seg sum danir. Harumframt eru luttakararnir eisini úr Suðurjútlandi.

 

Endamálið er millum annað at geva innlit í mentanar- og kirkjulívið í Føroyum.

Túrurin fer frá norðan til suður. Klaksvik verður útgangsstøði teir fyrstu tveir dagarnar, har vitjað verður í Ónagerði og kirkjuni á Viðareiði.

 

Sunnudagin heilsa tey upp á Norrøna felagið í Føroyum. Tá er Norðurlandahúsið karmur um tað vitjanina. Síðani fara tey til Tjørnuvíkar har tey uppliva Kingosang í kirkjuni í Tjørnuvík árenn tey luttakað í einum føroyskum mentunnarkvøldi í bygdasalinum í Tjørnuvík.

 

Ferðafólkini fáa eisini ein túr til Vestmannar og Vestmannabjørgini umframt eina vitjan í Kirkjubøgarðinum har bóndahjúnini eru vertir.

 

Tey vitjandi hava lagt stóran dent á, at Ólavsøkan - íroknað gudstænastuna í Dómkirkjuni, setanina av Løgtinginum og midnáttarsangurin skuldi verða ein partur av programminum. Og so verður.  

 

Túrurin endar við eini vitja í  Suðuroynni, har minnissteinurin fyri tey skipbrotnu í Porkeri er á skránni. Eisini verður vitjað í kirkjuni og í Ruth Smith savnið.

 

##med2##

 

Leiðarin á ferðini er sóknarpresturin Hans Eiler Hammer. Hann hevur verið sóknarprestur í Týsklandi í fleiri ár, har hansara kirkjulið er partur av danska minnilutanum í býnum Tønning. Hans Eiler Hammer hevur áður verið leiðari á ferðum í Føroyum og hevur millum annað verið sóknarprestur í Klaksvík í 8 ár umframt í Danmark, Noregi og nú í Týsklandi.

 

Harumframt er hann eisini næstformaður í deildini hjá “Foreningen Norden í Sydslesvig”.