Løgmansskrivstovan skrivar á Facebook, at løgmaður í dag hevur verið og vitjað á Herberginum. Martin Kúrberg, leiðari, greiddi frá og høvið var eisini at hitta nøkur av teimum, sum nýta tænasturnar hjá Herberginum. Løgmaður legði dent á arbeiðið at basa rúsevnismisnýtslu.
– Tað er umráðandi hjá mær at vitja støð, sum geva eitt veruligt innlit í bæði áhugaverdar og øðrvísi mannalagnur. Samstundis vil eg hoyra, hvat skal til fyri at hjálpa, serliga nú eg sum løgmaður havi størri ábyrgd og møguleikar at seta átøk í verk, sigur løgmaður.











