Mikudagin skal Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, svara einum munnligum fyrispurningi viðvíkjandi kunningarstrategiini hjá landsstýrinum í grindaspurninginum.
Tað er løgtingskvinna, Rigmor Dam, sum hevur sett løgmanni fýra spurningar í hesum sambandi:
– Hvør er kunningar- og miðlastrategiin hjá landsstýrinum í aktuella grindamálinum, nú felagsskapurin Sea Shephard hevur hertikið vágir og víkir kring Føroya land og spjaða lygnir og søgur um fólkið, her býr?
– Er ætlani at broyta ella at økja um kunningina til altjóða samfelagið?
– Er ætlanin at játta pening og/ella orku til kunning frá landsstýrinum?
– Hvør er langsiktaða kunningarstrategiin hjá landsstýrinum í grindaspurninginum?
Rigmor Dam sigur, at tað undrar, at Føroya Landsstýrið, sum varðar av trygd og umdømi landsins, ótarnað letur ein víðgongdan umhvørvisfelagsskap spjaða skaðiligar lygnir um okkara land og fólk til heimsins miðlar og sosialu netverk, uttan stútt og støðugt at beina kunningina um Føroyar, føroyska mentan og Várharrasa grind aftur á beint.
– Løgmaður má grundgeva fyri miðlastrategiini hjá landsstýrinum, tí onki bendir á, at Sea Shephard helmar í teirri herviligu einvegis propagandaherferðini mótvegis Føroyum.
– Fleiri kunningarserfrøðingar hava funnist at linjuni hjá landsstýrinum, tí ilt er at skilja, at myndugleikarnir eftir øllum at døma lata alt um seg ganga. Víst verður á, at landsstýrið heldur skuldi lagt til brots við einum úrvalsliði av eldhugaðum kunningarfólki, sum fóðrar altjóða pressuna dag sum nátt, og svarar áganginum á sosialu netverkunum aftur, sohvørt hann dagar fram, sigur hon.
Rigmor Dam heldur, at í løtuni er avleiðingin, at leikfólk átaka sær uppgávuna at verja okkara áhugamál í miðlum og á sosialum netverkum – í mongum førum til lítlan sóma.
Hon sigur, at higartil hevur ikki hepnast miðlunum at fáa løgmann at grundgeva fyri miðlastrategi landsins, og at tí tekur hon nú málið upp politiskt við hesum fyrispurningi til løgmann.