Løgmaður valt útflutningsráð

Ráðið skal vera eitt sterkt bindilið ímillum vinnuna og politiska myndugleikan


Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur nú tilnevnt sjey limir at manna Útflutningsráð Føroya næstu tvey árini.

Limirnir í Útflutningsráðnum eru: Símun P. Jacobsen, Marita Rasmussen, Bárður Enni, Pól Huus Sólstein, Alda Joensen, Ásmundur Guðjónsson og Guðrun Rógvadóttir.


Seks av limunum eru tilnevndir eftir tilmæli frá Vinnuhúsinum, Vinnumálaráðnum, Mentamálaráðnum og Fiskimálaráðnum.
 

 

Útflutningsráð Føroya er sett á stovn fyri at stuðla uppundir og betra um marknaðaratgongd og kappingarføri fyri føroyskum vørum og tænastum.

 

Útflutningsráðið skal veita løgmanni og uttanríkistænastuni ráð um handilspolitikk, handilssáttmálar, handilspolitisk átøk og annað, so vinnan fær bestu karmar at virka undir í mun til útlond.

 

Løgmaður sigur, at Útflutningsráðið verður sterka bindiliðið millum vinnuna og politiska myndugleikan.


 

Han sigur, at eitt, ráðið fer at gera tilmæli um, er, hvørjir marknaðir eiga at verða settir í miðdepilin.