Løgmaður vanvirðir kirkjufólkið

Hetta sigur Niels Pauli Danielsen í eini viðmerking til, at løgmaður í fyrradagin valdi at útskriva nýval. ? Hevur hann yvirhøvur ikki hugsað um, at vit nú skulu hava valorrustu mitt í páskahátíðini og í sjálvari stilluviku, spyr hann

Tað er fallið Niels Paula Danielsen fyri bróstið, at Edmund Joensen løgmaður hevur skrivað út nýval.

Ikki tí, hann er óivað glaður fyri at valið kemur, men tað er tíðspunktið honum ikki dámar.

? Hatta er eitt sera óheppið tíðspunkt, sigur Niels Pauli Danielsen.

? Hugsað tær. Vit skulu út í eina valorrustu í páskahátíðini. Vit skulu føra valstríð mitt í stilluviku.

Men ikki nóg mikið við tí, sigur Niels Pauli Danielsen. Páskirnar eru ein hátíð sum flytir seg. Onkuntíð liggur hon í mars mánað, og onkuntíð í apríl.

? Tá íð nú løgmaður nú hevur útskrivað val til at verða 30. apríl, so merkir tað, at næsta val í seinasta lagi skal verða 30. apríl um fýra ár. Og so endar tað aftur við, at vit hava valstríð í stilluviku.

? Tað er at vanvirða kirkjufólk, sigur Niels Pauli Danielsen.

? Løgmaður heldur Føroya fólk fyri tað turra spott, tí hann er fornermaður inn á sínar veljarar.

? Hann átti at spurt landsstýrið eftir fyrst, men tað ger hann ikki, og so busar hann út við einum nývali, sum kemur sera illa við allastaðni.

Fyrningarfreistin í bankamálinum var útsett orsakað av fólkatingsvalinum og nú má hon helst útsetast einaferð enn, tí okkara egnu politisku viðurskiftir ikki hanga saman.

? Hvat er hetta fyri nakað, spyr Niels Pauli Danielsen.

? Og hygg eftir oljuvinnuni. Vit standa frammanfyri einari av teimum størstu avbjóðingum okkara samfelag hevur verið fyri - oljuvinnuni.

? Útlendsk oljufeløg skulu til at arbeiða í føroyskum øki, men eg eri stórliga bangin fyri, at tey nú velja at trekkja seg eitt sindur aftur, tí tey vilja fegin hava politiskan stabilitet.

? Men hvat fáa tey? Óstabilitet, tí at løgmaður er fornermaður.

Niels Pauli Danielsen er ónøgdur við at løgmaður hevur arbeitt í sjálvdrátti.

? Men tað er honum so líkt. Hygg eftir hvussu hann gjørdi tá samgongusamráðingarnar vóru.

? Hann førdi samráðingar við Kristiliga Fólkaflokkin, Miðflokkin og Fólkaflokkin og vit høvdu eitt liðugt samgonguskjal.

? Tá kravdi hann, at allir 18 tingmenninir, sum stóðu aftanfyri samgonguna, skuldu undirskriva samgonguskjalið.

? Tað gjørdu teir eisini, men hvat gjørdi løgmaður? Dagin eftir leyp hann frá avtaluni, og fór í samráðingar við Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin.

Tann samgongan kom sum kunnugt undir land, men tað er synd at siga, at skiparin hevur havt stýr á manningini.

Javnaðarflokkurin fór úr samgonguni og Fólkaflokkurin kom aftur inn í hitan. Síðan varð Sjálvstýrisflokkurin blakaður út. Alt tí løgmaður ikki hevur evnir at samstarva við onnur, sum ikki eru samd við honum.

Niels Pauli Danielsen er ónøgdur við, at løgmaður hevur møguleikan at útskriva val í ótíð.

? Hatta líkist ongum. Vit skuldu havt somu skipan sum í Noregi. Har er val fjórða hvørt ár. Skal stjórnin frá, so skal nýggj stjórn skipast. Tingmenninir verða sitandi í fýra ár. Og hetta átti eisini at verði galdandi í Føroyum, sigur Niels Pauli Danielsen at enda.