Kaj Leo Holm Johannesen hevur skrivað eina tíðargrein í New Europe, einum evropeiskum tíðindaportali, um sambandið millum ES og Føroyar.
Greinin tekur útgangsstøði í trætuni millum ES og Føroyar um silda- og makrelstovnarnar í Norðuratlantshavinum.
Løgmaður sigur, at farna árið hevur verið avbjóðandi fyri tjóðina. Smeiturin av handilsboykottinum kundi verið stórur, sigur løgmaður, men hann rósar føroysku vinnuni, fyri, at hon var skjót at tillaga seg nýggja handilsveruleikan.
- Føroyska vinnan var skjót at tillaga seg, við at økja um framleiðslumegina á landi og leita sær nýggjar marknaðir uttan fyri ES, fyri at avmarka avleiðingarnar av ES tiltøkunum, skrivar løgmaður.
Hann heldur tó áfram við at siga, at hann var skuffaður av avgerðini hjá ES um at seta boykott í verk.
- Sum okkara næsti og størsti handilsfelagi, tóktist arbeiðshátturin hjá ES okkum vera ørkymlandi og eitt skuffandi frávik frá eini langari siðvenju av tøttum samstarvi.
Løgmaður himprast tó ikki við at seta seg upp móti ES aftur, skuldi ein tílík tvístøða endurtikið seg. Gerðarrættarsakirnar, sum Føroyar opnaðu móti ES, fara framvegis at vera týdningarmikil amboð hjá Føroyum í tílíkum trætum, sigur løgmaður, og gevur samstundis ES eina nøs:
- Býtið av felags fiskastovnum kann einans loysast gjøgnum fleirtjóðasamráðingar, og ikki við at ein partur tvingar aðrar partar, sum hava ein heimilaðan lut í stovninum, sigur løgmaður, og heldur, at ein tílík træta ongantíð skuldi verið vorðin so álvarsom.
Løgmaður vendir tó eygunum frameftir.
- Nú hendan ósemjan er handan bak, kunnu vit byrja at endurbyggja eitt týðandi samstarv og eitt frameftirlítandi samband millum Føroyar og ES, sigur løgmaður, og leggur dent á at økja um samskifti millum partarnar, at styrkja um fatanina av okkara sínámillum áhugamálum, og at skipa ein breiðari politiskan karm fyri einum samstarvi.
- Føroyar eru ein sjálvsagdur strategiskur felagi, sigur løgmaður, og vísir á, at Føroyar liggja mitt í Norðuraltantshavinum, sum er ein týðandi partur av geopolitisku visjónunum hjá ES.
Øll tíðargreinin kann lesast við at trýsta her.