Løgregla og djóra­lækni kann­aðu eitt festi í Vág­um fyri misrøkt

Í gjár vóru løgreglan og fólk frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í Vágum og kannaðu eitt festi

Tilvildarlig mynd

Eftir at hava fingið fráboðanir um misrøkt var løgreglan í gjár í Vágum og kannaði eitt festi. Og tá tað snýra sum djórahald, so eru altíð fólk frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni við løgregluni sum serfrøðingar á økinum.

Vaktleiðarin er ikki so tíðindafróður um málið, tí tað er enn á kanningarstøði. Men tað snýr seg um djórahald og um brot á umhvørvisverndarlógina í sambandi við rusk, sum er tveitt í hagan.

Enn er eingin skuldsettur í málinum, tí málið framvegis verður kanna, og tí at djóralækni frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni skal gera sínar metingar.

 

 

Tilvildarlig mynd