Løgreglan metir, at ein "dugnaligur leikari" helst stendur aftanfyri dronurnar, sum vórðu eygleiddar yvir flogvøllinum í Keypmannahavn í gjárkvøldið.
Tað segði Jens Jespersen, yvirpolitiinspektørur hjá Keypmannahavnar Politi, á tíðindafundi í morgun.
- Mátin, dronurnar virka uppá, støddin á teimum og tíðin yvir málinum, fekk okkum at koma til ta niðurstøðu, at ein dugnaligur aktørur helst stendur aftan fyri nýtsluna av dronunum, sigur hann.
Spurdur um Russland stendur aftanfyri, svaraði Jens Jespersen:
- Tað kann eg ikki siga nakað um, tað veit eg heilt einfalt ikki.
Hendingin hevði við sær, at flogvøllurin stongdi í umleið fýra tímar.
31 flogfør máttu leita sær aðrar flogvøllir, meðan tað vóru umleið 100 avlýsingar. Hetta rakti stívliga 20.000 ferðafólk, segði rakstrarstjórin í Naviair, Morten Fruensgaard, á tíðindafundinum.
/Ritzau/