Fleiri bøtur og klipp í gjár

Tá løgreglan kannaði ferðsluna Millum Fjarða og á Fuglafjarðarvegnum í gjár, vóru fleri bilførarar, sum fingu bøtur og klipp í koyrikortið.

 

Aftur gjáramorgunin var løgreglan í Eysturoy og gjørdi ferðmátingar, og enn einaferð vóru tey á vegastrekkinum Millum Fjarða. Haraftrat var løgreglan á Fuglafjarðarvegnum.

 

Úrslitið av hesum kanningum var, sigur vaktleiðarin í morgun, at tveir biførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 105 og 108 kilometrar um tíman.

 

- Á Fuglafjarðarvegnum varð ein bilførari máldur at koyra 117 kilometrar um tíman. Hesin missir koyrikortið treytað og noyðist soleiðis upp til nýggja koyriroynd.

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tveir bilførarar eisini vórðu tiknir fyri at brúka hondhildna fartelefon, meðan teir koyrdu.

 

- At brúka hondhildna fartelefon, meðan koyrt verður, gevur nú 1500 krónur í bót og klipp í koyrikortið, visti vaktleiðarin at siga í morgun.