Offur og avvarðandi fáa yvir 574.000 krónur í Korsørmálinum

Mamma Emilie Meng fær nærum 140.000 danskar krónur í endurgjaldi eftir drápið.

(Tegning: Jesper Andkjær/Ritzau Scanpix)

Tann 33 ára gamli Philip Patrick Westh í Korsør-málinum er dømdur at rinda bót upp á tilsamans meira enn 574.000 danskar krónur til offur og avvarðandi.

 

Philip Patrick Westh er dømdur fyri at hava dripið 17 ára gomlu Emilie Meng, sum hvarv av jarnbreytarstøðini í Korsør 10. juli 2016.

 

Mamma hennara fær endurgjald upp á 139.996,10 krónur. Tvey systkin hjá Emilie Meng fáa hvør sínar 50.000 krónur.

 

13 ára gamla gentan, sum hann rændi og neyðtók í apríl 2023, fær endurgjald og samsýning upp á 295.415 krónur.

 

Philip Patrick Westh leyp á og royndi eisini at neyðtaka eina 15 ára gamla gentur í Sorø í 2022. Hann skal gjalda henni endurgjald upp á 40.000 krónur.

 

Philip Patrick Westh er dømdur lívstíðarfongsul í málinum og hevur kært dómin.

 

/ritzau/

 

(Tegning: Jesper Andkjær/Ritzau Scanpix)