Løgreglan hevur havt úr at gera um vikuskiftið

Tað hevur verið óvanliga ófriðarligt hjá løgregluni um vikuskiftið

Seks fólk eru handtikin. Seks brot hava verið á skilhaldsrelgnarnar, ein er tikin fyri rúsdrekkakoyring, eitt harðskapsmál móti løgregluni hevur verið, fýra ferðir hevur verið húsaófriður, sjey ferðir gøtuófriður og tríggjar ferðir vertshúsóskil.

– So her er nógv sakarmálsviðgerð eftir ófriðin um vikuskiftið, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.

Ikki tí, hetta eru vanligar løgregluuppgávur, men tær hava bara verið óvanliga nógvar hetta vikuskiftið, sigur hann. 

Rúsdrekka hevur verið uppi í øllum málunum, sigur vaktleiðarin, sum heldur, at um tað ikki var, at fólkini vóru so drukkin, so vóru eingi mál. Løgreglan fær fólk, sum verða handtikin, at blæsa í alkoholmetrið, og sambært vaktleiðaranum so vísir tað seg, at í slíkum førum, tá fólk verða handtikin á henda hátt sum hetta vikuskiftið, so er promillan altíð í hægra lagi.

Seinasta samdøgrið hevur annars verið friðarligt. Tvær fráboðanir vóru í gjár um storm- og vatnskaðar. Onnur fráboðanin var á ringvegnum í Havn, har flammingoplátur vóru farnar á flog og sløddust á vegnum. Hin fráboðanin var millum Fjarða, har ein lyktapeli var koppaður í vindinum. 

Í morgun byrjar stóra rúsevnamálið móti teimum, sum í summar smuglaðu rúsevni til Føroya við einum seglbáti. Tað ávirkar eisini arbeiðið hjá løgregluni næstu dagarnar.