Sum vit skrivaðu í gjár, so brotið inn í ein buss í Hoyvík gjáranáttina. Bussførarin heitti á Facebook um tey seku at stíga fram, annars fór hann til løgregluna við upptøkum úr bussunum, sum vísti innbrotstjóvarnar, sum sambært bussføraranum millum annað høvdu tikið pengar.
Tá eingin meldaði seg sekan, so hevur bussførarin vent sær til løgregluna, sum nú kannar málið.
Lesið eisini: Innbrot í buss: Hóttir við at geva løgregluni upptøkur
Talan er um ein buss hjá Bygdaleiðum, sum sambært myndunum stóð á parkeringsøkinum við Hoyvíkshøllina.
Tá løgreglan í gjár kannaði ferðsluna við ein skúla í Havn, fingu fýra bilførarar klipp í koyrikorti umframt bót fyri ikki at hava børnini trygt íbundin, sum tey skulu.
Løgreglan minnir á, at tað er ábyrgdin hjá bilføraranum at tryggja, at børnini sita lógliga og trygt í bilinum.










