Løgreglan legði hald á fýra elrennihjól

Løgreglan legði hald á fýra elrennihjól, sum ungfólk koyrdu á á almennum vegi.

Elrennihjólini vórðu tikin, tí tað ikki er loyvt at koyra á almennum vegi við slíkum akførum í Føroyum.

Løgreglan heitir serliga á foreldur um at hava hetta í huga, tá elrennihjól verða keypt til børn og ung.

Verður koyrt á almennum vegi, kann løgreglan leggja hald á elrennihjólið.