Løgreglan var ikki arbeiðsleys í nátt

Tað eru ikki øll, sum binda frið jólanátt

Heldur ikki sjálva jólanátt eru tað øll, sum binda frið. Tað hevur løgreglan ásanna í nátt. Men tað var kortini ikki fyrr enn eftir midnátt, tá ið jóladøgverðin var etin, og gávurnar pakkaðar út, at telefonirnar hjá løgregluni fóru at ringja.  

 

Løgreglan sigur, at beint fyri klokkan fýra í nátt varð ringt til tey at boða frá, at ein bilur hevði rent á ein garð í Eysturoy. Løgreglan sigur, at einki fólk var at síggja við bilin, men tá ið tey fingu samband við eigaran, vísti tað seg, at bilurin var stolin. Løgreglan arbeiðir út frá tí, at lyklarnir hava staðið í bilinum og tí hevur tað verið lætt at stjala bilin, men tey hava onga hóming av, hvør, ella hvørjir, tjóvarnir eru.

 

Men tað er ikki lógligt at lata lyklarnar liggja í bilinum, so tað fær eigarin bót fyri.

 

 Tað varð eisini ringt til løgregluna tí at húsaófriður hevði tikið seg upp, og í Eysturoynni varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning. Hann hevði heldur einki koyrikort, so tey bæði viðurskiftini er hann nú skuldsettur fyri.