Løgtingið: Pápar skulu sjálvir rinda sínar barnapengar

Løgtingið er tvíbýtt. Samgongan heldur, at pápar skulu sjálvir rinda sínar barnapengar. Andstøðan heldur, at landið skal rinda 40 prosent

Løgtingið fer í morgin at samtykkja at taka av stuðul til barnapengar. Ítøkiliga eitur lógaruppskotið »Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening«.

 

Sirið Stenberg, landsstýrikvinna í almannamálum sigur í viðmerkingum til uppskotið, at almenni útreiðsluvøksturin skal tálmast.

 

– Sum ein liður í sparitiltøkum í sambandi við fíggjarlógina fyri 2025 er ætlanin, at tey, sum gjalda uppihaldspening, ikki longur skulu hava rætt til stuðul til hesa útreiðslu.

 

Galdandi lóggáva um stuðul til uppihaldspening hevur til endamáls at veita stuðul til persónar sum gjalda uppihaldspening til hjúnarfelaga og ella til børn yngri enn 18 ár.

 

Árliga stuðulsupphæddin er 40% av tí uppihaldspeningi, sum persónurin er álagdur at gjalda og hevur goldið.

 

Stuðulin verður bert veittur fyri goldnu upphæddina, sum fer upp um vanliga árliga gjaldið fyri eitt barn. Stuðul verður sostatt ikki veittur, um persónurin bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn.

 

Flestu persónar, ið fáa stuðul til uppihaldspening, rinda vanligt barnagjald. Vanligt barnagjald í 2024 er 1.162 kr fyri hvørt barnið.

 

Ein persónur, ið t.d. rindar barnagjald fyri trý børn, rindar sostatt 3.486 kr. um mánaðin. Av hesum fær hann stuðul til 40% av gjaldinum til tvey av børnunum, svarandi til 930 kr. um mánaðin ((1.162+1.162)x0,4).

 

Samlað tal av persónum, sum seinastu trý árini hava móttikið stuðul til uppihaldspening:

 

2021: 220 persónar

 

2022: 213 persónar

 

2023: 206 persónar

 

Almanna- og mentamálaráðið upplýsir, at nærum øll, sum fáa stuðul til uppihaldspening, fáa fyri goldið barnagjald. Tó eru einstakir borgarar, ið fáa stuðul í sambandi við goldið hjúnafelagagjøld.

 

Tá uppskotið var til aðru viðgerð í gjár atkvøddu tingfólk úr andstøðuni ímóti og tingfólk úr samgonguni fyri. Tað verður uttan iva eisini støðan í morgin, og soleiðis skulu pápar – pápar eru nógv tann størsti bólkurin av hesum – framyvir sjálvir rinda allan barnpening, sum teir rinda mammuni fyri børn, teir eiga við kvinum, sum teir ikki liva saman við.

 

Álitið hjá Trivnaðarnevndini í málinum kann lesast her

 

Atkøvðugreiðslan við 2. viðgerð:

 

##med2##