Tvey mál eru á skránni, tá tingfundur verður í dag klokkan 13. Tað fyrra málið snýr seg um at játta 33,8 milliónir krónur til H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Hitt snýr seg um eina tekniska broyting í lógaruppskoti um snús.
Í uppskotinum um at játta 33,8 milliónir til H-bygningin stendur, at »landsstýrisfólkinum verður heimilað at gera avtalur um at gera ábøtur og umvælingar í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum og til gerðarrættarmál. Víðari stendur, at útreiðslunar kunnu í mesta lagi verða 33,8 mió. kr. harav 1 mió. kr. til gerðarrættarmál.
Nýggi bygningurin til Landssjúkrahúsið nevndur H-bygningurin er nærum liðugur. Talan er um nýggjan meginbygning til psykiatri, medisinska seingjadeild,føðideild, barnadeild, høvuðskøk og endurvenjing.
Bygningurin er umleið 15.000 fermetrar og rúmini fleiri enn 500 í tali. Bygningurin er í høvuðsheitum liðugur, og umleið 60 prosent av H-bygninginum er tikin í nýtslu. Tað eru staðfestir lekar í H-bygninginum, og er tað ein av høvuðsorsøkunum til, at alt virksemið ikki er flutt inn.
Sagt verður í tilfarinum til lógaruppskotið, at vavið av lekum er stórt og eftir, at Landsverk hevur latið eina sýnsfrágreiðing gera, er greitt, at tað verður neyðugt at umvæla ella skifta vindeygu, skifta úthurðar umframt annað arbeiði fyri, at bygningurin gerst tættur, og verður egnaður til endamálið.
Harumframt er talan um nakrar avleiddar skaðar, ið eisini skulu umvælast.
Tað hevur skund at fáa H-bygningin lidnan. Tí verður nýggj verklagslóg gjørd at fáa heimildtil at gera avtalur um at gera ábøtur og umvælingar í H-bygninginum.
Samlaði kostnaðurin av ábótum, umvælingum og gerðarrættarmáli er mettur at vera tilsamans 33,8 mió. kr.
Hitt málið snýr seg um snús. Talan er um eina lógartøkniliga rætting í sambandi við løgtingsmál nr. 18/2025. Í sambandi við løgtingsmál nr. 18/2025, ið hækkar avgjøldini á snús og tubbak, hevur tað víst seg at vera neyðugt at gera eina lógartøkniliga rætting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning.
Broyting nr. 4 í § 1 í løgtingslóg nr. 217 frá 22. desember 2025 um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning ásetti, at:
“Í kapitli 24 í frumskjali 1 í skjali 1 verður punktavgjaldið á vørunumrunum 2403.99.20 til 2403.99.90 í 3. teigi broytt frá “144,00 kr. pr. kg.” til: “2.000,00 kr. pr. kg.”, tó so, at punktavgjaldið á vørunummarið 2403.99.35 verður ásett til “800,00 kr. pr. kg.”” Rættingin í hesum lógaruppskotinum snýr seg um at seta inn vørunummarið 2403.99.35 í kapittul 24 í frumskjali 1 í skjali 1 í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutning.











