Løgtingsformaðurin á pall til útgávukonsert

Sunnudagin 22. september verður útgávukonsert hjá Mariu á Lakjuni, har bólkurin Bros eisini fer at taka lut

Útgávukonsert: Sunnukvøldið 22. september klokkan 20 verður útgávukonsert í mentanarhúsinum í Fuglafirði.

 

Talan er um útgávukonsertina hjá 11 ára gomlu, Mariu á Lakjuni, sum fyrr í ár gav fløgu út. Talan verður tó um meir enn eina útgávukonsert, tí bólkurin "Bros", sum framførdi á Summarfestivalinum í Klaksvík miðjan august, fer eisini at framføra 7-8 løg á útgávukonsertini.

 

Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Jógvan á Lakjuni, tingformann, sum eisini fer á pall. Prátað verður eisini við pápa Mariu, Eyðun á Lakjuni, sum reikar fyri útgávukonsertini.