Løgtingsins umboðsmaður fekk 94 klagur í fjør

Í 2023 fekk umboðsmaðurin 94 klagur. Av hesum vóru 81 endaliga avgreiddar innan 31. desember. Harumframt vóru avgreiddar 16 klagur frá undanfarnum árum. Talið av klagum er á leið tað sama sum í 2022.

Í løtuini viðger Løgtingið uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2023

Av avgreiddu klagunum endaðu 17 við niðurstøðum í antin áliti ella skrivi. 61 klagur vórðu avgreiddar við aðrari viðgerð enn niðurstøðu frá umboðsmanninum, meðan 19 klagur vórðu avvístar uttan viðgerð.

Í 2023 vórðu givnar átalur í 13 málum.

Umboðsmaðurin kann eftir § 6, stk. 5 í lógini av egnum ávum taka eitt mál til viðgerðar og fremja neyðugar kanningar í hesum sambandi. Í 2023 tók umboðsmaðurin 4 mál upp av egnum ávum, harav 3 vórðu endaliga avgreidd í 2023. Harumframt endaði umboðsmaðurin 2 mál av egnum ávum, sum vóru byrjað í 2022.

Eftir § 10, stk. 1 í umboðsmanslógini skal umboðsmaðurin, um hann kemur til ta niðurstøðu, at álvarsligt mistak ella vansketni er framt av teim umsitingum, umboðsmaðurin hevur eftirlit við, boða Formansskapi Løgtingsins, løgmanni, avvarðandi landsstýrismanni og/ella kommunustýri frá hesum og koma við tilmæli til teirra.

Tríggjar tílíkar fráboðanir eru latnar Løgtinginum í 2023. Málini snúgva seg um broyting í eini byggisamtykt, handfaring av umsókn um byggiloyvi og um handfaringina av eini innlitsáheitan frá einum fjølmiðli umframt klagumálsupplýsingina av málinum. Málini eru umrødd á ávikavist bls. 28, bls. 39 og bls. 45 í ársfrágreiðingini.

Eftir § 12, stk. 1 í umboðsmanslógini skal umboðsmaðurin boða Løgtinginum og avvarðandi landsstýrismanni frá, um hann rakar við lýti í galdandi lógum, fyriskipanum ella umsitingarligum avgerðum.

Ein tílík fráboðan varð send Løgtinginum í einum máli um serskúlalógina. Málið er umrøtt á bls. 35 í ársfrágreiðingini.