Um stutta tíð fer at bera til at lesa og leita í øllum løgtingstíðindum, sum út eru komin.
»Løgtingstíðindi« er tilfar úr løgtinginum, viðgerðir, lógir og annað, sum kom út í bók heilt fram til aldaskifti. Fyrstu løgtingstíðndi komu út í 1880.
Í sambandi við arbeiði at talgild føroysku bløðini, sum Landsbókasavnið hevur arbeitt við seinasta árið, eru tey nú eisini farin at talgilda Løgtingstíðindi.
Á Løgtingsfíggjarlógini fyri 2015 sum varð samtykt fyri jól, vórðu játtaðar 300.000 krónur til eisini at skanna inn Løgtingstíðindi, sum eisini skulu ocr-lesast soleiðis, at til ber at leita í tekstinum á netinum.
Talgildu bløðini verða tøk á e-portali hjá Landsbókasavninum í næsta mánaði. Enn er ikki greitt, nær Løgtingstíðndini verða klár. Greitt er, at tey verða ikki klár samstundis, sum bløðini. Men nakað seinni, eigur Erling Kjærbo, verkætlanarleiðari, á Landsbókasavninum.