Løgtingsvalið um skúlagátt

Nám hevur nú gjørt temasíðu, har lærarar kunnu fáa íblástur til undirvísing um løgtingsvalið

Eingin ivi er um, at løgtingsvalið eisini fyllir sín part í føroyska fólkaskúlanum í hesum døgum.

 

Við støði í valplakatum til løgtingsvalið 1. september, hevur Nám gjørt temasíðu á Snar.

 

Á heimasíðu sínari sigur Nám, at temasíðan er ætlað miðdeild og hádeild í fólkaskúlanum, og at hon kann brúkast í søgu, føroyskum og myndlist.

 

Undirvísingarupplegg eru gjørd um tekst- og myndabrúk á valplakatum og á heimasíðum hjá teim sjey politisku flokkunum, sum stilla upp til løgtingsvalið.