Viðareiði: Hesi seinnu árini er eitt rættiliga fitt tal av húsum bygd í hesi norðastu bygd okkara.
Onnur hava ynskt at búsett seg í bygdini, men hava ístaðin fyri at byggja, heldur valt at keypa sær egin hús.
Uppaftur onnur búgva í húsum, sum so líðandi eru vorðin ov lítil, samstundis sum hugurin at byggja út, og at gera broytingar, er vorðin til veruleika.
Tað er júst hetta sum Gundur Michaelsen á Viðareiði er í ferð við at gera við barnaheim sítt í hesum døgum: At økja um plássið innanveggja.
Sum er, búgva hann og hansara familja í øðrum endanum og foreldur hansara í hinum partinum av húsunum. Húsini, sum vórðu bygd í 30?unum og seinni víðkað í 60?unum, standa nærhendis søguliga prestagarðinum í Ónagerði, har vesturi í bygdini.
- Húsini hjá okkum eru nakað smøl, og tí hava vit tosa um at fáa eitt sindur meiri av plássi.
- Vit ynsktu bara at fáa okkum eitt hampiligt loft aftrat, samstundis sum vit fingu eina nýggja og hægri yvirtrom, sigur Gundur, nú umboð fyri Sosialin stukku framvið.
Væl fyrireikað
Fríggjadagin í farnu viku var komið so mikið væl áleiðis við hesa víðkanini, at nú skuldi farast undir tað stóra takið við sjálvum takinum.
Endarnir á húsinum og annað var frammanundan smíðað og gjørt klárt á jørðini, og fyrrapartin henda dagin høvdu teir tikið báðar teir gomlu endarnar á húsinum niður.
- Seinni er so ætlanin at taka tað gamla takið og alt hitt niður eisini, sigur Gundur.
Eingin tíðarætlan er kortini fyri, nær alt arbeiðið skal verða liðugt.
Høgt til loftið
Eitt slíkt arbeiði krevur sum vera man sín mann. Tí hevur Gundur havt ein góðan mann á Viðareiði ? Tróndur Petersen ? aftrat sær at standa fyri hesum arbeiðinum.
Henda fríggjadagin í farnu viku vóru teir av álvara farnir til verka, og til høvið hevði Gundur fingið seks aðrar mans úr bygdini at hjálpa sær við smíðingini.
Hóast høgt var til takið, so tóktist tað ikki at nerva menninar. Fleiri teirra eru helst vanir við størri hæddir enn hesa, tá teir hava verið og fleygað ella hava verið eftir veðrum í bjørgunum norðanfyri.
- Vit byrjaðu tíðliga í morgun og ætla okkum at verða lidnir í dag, sigur Gundur Michaelsen, og skundar sær uppaftur til hinar sjey á takinum.