Umsíðir kunnu tey, sum hava havt umsónir um loyvi til nærvarp liggjandi hjá myndugleikunum, vænta sær svar. Lógin og kunngerðin, sum Loftmiðlanevndin skal virka eftir er um at verða komin upp á pláss, og nevndin fer til verka ein av allfyrstu døgunum.
Turið Debes Hentze, forkvinna í Loftmiðlanevndini sigur, at orsøkin til at nevndin ikki er farin til arbeiðis fyrr er, at tey hava gjørt alt fyrireikingararbeiði liðugt áðrenn farið verður í gongd.
Tað er longu eitt ár síðani at lógin um kringvarp var lýst, men áðrenn nevndin kundi fara til verka var neyðugt við eini kunngerð á økinum.
Tað er hetta arbeiðið, sum nú er komið so tætt undir land, at nevndin heldur seg verða føra fyri at fara at viðgera umsóknirnar sum liggja.
Harðar treytir
Men tað er ikki bara sum at siga tað, at fáa loyvi til nærvarp. Settar verða rættiliga strangar treytir áðrenn loyvi verður givið, og tað skal ikki stórvegis til áðrenn loyvishavararnir eru í vanda fyri at missa sendiloyvi.
Loftmiðlanevndin hevur hugt tær umsóknirnar, sum lógu inni frammanundan, ígjøgnum, og hevur biðið umsøkjararnar um fleiri upplýsingar og nú bíða tey eftir svari frá umsøkjarunum.
Treytirnar innbera, at tað skal verða púra greitt áðrenn loyvi verður givið, hvør tað er, sum hevur ábyrgdina av sendingunum. Eisini skal verða heilt greitt á hvønn hátt felagið er skipað, um tað til dømis er sum eitt partafelag ella annað.
Uppaftur ein onnur treyt sigur, at Loftmiðlanevndin skal hava eitt yvirlit yvir hvussu ætlanin er at fíggja virksemi hjá nærvarpinum. Ein máti at fíggja uppá er við spølum, sum t.d. V4 er tað, men í slíkum førum skal nærvarpið hava loyvi til slík spøl frá landsstýrinum eisini.
So tað verður ikki so lítið arbeiði hjá Loftmiðlanevndini at takast við, tí tey sum fáa sendiloyvi skulu senda yvirlit til Loftmiðlanevndina um tað sum sent verður.
Átta umsóknir inni
Sum nevnt, so hava fleiri umsóknir um sendiloyvi ligið inni í nógv ár. Onkrar teirra komu inn fyrst í níti-árunun, men av tí at ongar heimildir vóru til nakað sum helst tá, varð einki gjørt við tær.
Hesar koma til viðgerar nú, um so er, at umsøkjarin vil hava at umsóknin skal standa við.
Men eftir tí, sum Sosialurin hevur frætt, so er átta umsóknir ikki rætta talið. Preben Hansen, sum eigur eina umsókn sigur, at av teimum átta umsøkjarunum hava fýra sligið seg saman til eitt nærvarp, so í veruleikanum er fimm umsóknir, rættara talið.
Umsóknirnar fevna bæði um sjónvarp og útvarp. Onkur av umsøkjarunum vil hava loyvi til at gera tónleikasendingar og onkur annar ætlar at gera kristiligar sendingar burturav.
Er um at koma upp á pláss
Sum nevnt er Preben Hansen ein teirra, sum hevur søkt um sendiloyvi. Hann sigur, at teirra ætlan er at senda kristiligar sendingar burturav. Hann væntar ikki stórvegis turpulleikar við at fáa loyvi, og hann frøðist um, at tað loksins sær út til at teir kunnu koma í gongd við sítt virksemi.
- Vit hava ikki fingið nakran frekvens at senda á. Tað ætla vit at gera tá vit hava fingið sendiloyvi frá Loftmiðlanevndini, sigur hann.
Hetta er eisini í fullum samsvari við treytirnar hjá Loftmiðlanevndini. Tað er tó kortini ein treyt at frekvensloyvi fyriliggur innan seks mánaðir.
Preben Hansen sigur við Sosialin, at teir í byrjanini ætla at senda fýra tímar um dagin. Teir hava mett, at hetta kemur at kosta uml. 40 túsund krónur um mánaðin og hetta verður alt fíggjað við gávum frá ymsum vælgerarum.
Útgerðin, sum kostar uml. 250 túsund krónur er ikki fingin til vega, men fíggingin til útgerðina er komin undir land. Preben Hansen sigur, at teir enn ikki hava avgjørt hvar teir fara at halda til, men at teir hava fleiri tilboð um høli liggjandi.